Trygvi ímóti sínum egnu

EB/Streymur-NSÍ:
Fyrrverandi NSÍ venjarin heldur seg hava uppskriftina uppá, hvussu hansara lið kann vinna. Christian Høgni Jacobsen er tøkur hjá NSÍ, men teir kvíga fyri, at onkrir aðrir lyklaspælarar ikki vera við

Upptakt

Fyri fyrstu ferð í týdningarmiklum dysti skal Trygvi Mortensen stríðast fyri at fella NSÍ. Trygvi spældi øll síni fótbóltsár í barndómsfelagnum, og hann hevur í tveimum umførum havt venjaraábyrgdina av NSÍ.
Nú er hann oddamaður hjá EB/Streymi, sum í morgin á Mølini skal stríðast fyri at fáa stig og helst at vinna ímóti NSÍ. EB/Streymur vann fimm dystir í fjør. Ein av teimum var ímóti NSÍ við Trygva Mortensen við róðrið. Úrslitið var 1?0.
? Vit halda okkum hava eina spæliætlan, sum er góð ímóti júst NSÍ. Tú fært meg ikki til at siga, hvat vit hugsa um, men sjálvandi fara vit eftir øllum stigunum, sigur EB/Streyma venjarin, sum ikki heldur seg kenna nakrar serligar kenslur, nú hann skal spæla ímóti sínum felag.
? Soleiðis er tað ikki í fótbólti. Eg hugsi um liðið, sum eg havi ábyrgdina av og ikki annað enn tað.
Í EB/Streymi eru allir teir somu spælararnir tøkir, sum taptu 2?1 á Toftum. Tá hevði EB/Streymur ikki so lítið spæl.
? Trupulleikin hjá okkum hevur í ár verið, og hann var eisini ímóti B68, at vit spæla okkum til ov fáar upplagdar møguleikar. Tí er tað sera týdningarmikið, at vit fáa nyttu burturúr møguleikunum. Sorin Anghel fekk ein fínan møguleika beinanvegin á Toftum, men hann misnýtti. Um hann hevði fingið mál, høvdu fyritreytirnar verið heilt øðrvísi enn tær nú vóru, heldur Trygvi Mortensen.

Christian Høgni verður við
Christian Høgni Jacobsen var ikki við, tá NSÍ var í Vági. Tað komst av, at tey á skrivstovuni hjá DBU ikki vildu avgreiða spæliloyvið fríggjadagin. Tey ganga høgt uppí, at spæliloyvið skal vera eina nátt á skrivstovuni. Esbjerg sendi ikki leysgevingina til DBU fyrrenn fríggjamorgunin, og so var einki at gera við tað. Fyrrapartin týsdagin vóru viðurskiftini komin í rættlag, og Christian Høgni verður við á Mølini.
Hjá NSÍ er Pól Thorsteinsson tøkur aftur. Hann var leikbannaður, tá NSÍ 2. hvítusunnudag var í Vági. Ta ferðina noyddist Helgi L. Petersen at taka seg av vøllinum, tá bara eitt stórt korter var farið. Hann hevði fingið eitt hald í ryggin. Helgi hevur ikki vant í vikuni, og hann verður neyvan við í morgin. Sjúrður Jacobsen hevur heldur ikki vant. Hann hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum.