Trýstið er stórt á Skála

Stóri trupulleikin er, at tað gongur so illa at skjóta mál hjá botnliðnum, sum í kvøld fær vitjan av EB/Streymi, ið tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið fulla úrtøku

Higartil er tað ikki eydnast Skála saman við venjaranum Michael Bjørn Nielsen at vinna fulla úrtøku. Í kvøld verður møguleiki fyri tí, tá ið EB/Streymur verður gestur undir Mýruhjalla

Í kvøld klokkan 18 fer bólturin á rull á Skála. Hetta er fyrsti dystur í 9. umfari. Tá ið umfarið verður liðugt í annaðkvøld hava øll liðini spælt einaferð ímóti hvørjum øðrum.

 

Skála avrikið í dag bendi ikki á, at liðið er upplagt evni at flyta niður. Hetta var niðurstøðan her á síðuni, tá ið skálamenn síðsta vikuskifti taptu 2-1 í Runavík.

 

Í kvøld verður EB/Streymur gestur undir Mýruhjalla. Í átta dystum eru skálamenn tríggjar ferðir farnir av vøllinum við einum stigi. Enn bíða teir eftir fyrsta sigrinum, og í Runavík var sjón fyri søgn, at stóri trupulleikin er, at tað gongur so illa at skora mál. Serliga í seinna hálvleiki høvdu skálamenn gott tak á fótbóltsspælinum í Runavík.

 

Allir skálaspælararnir eru tøkir í dag, men teir sakna spælaran, sum aftur og aftur er førur fyri at skora mál. Í Runavík var tað við brotssparki, at Jan Ingason Hansen minkaði um munin.

 

Ein av álopsspælarunum undanfarnu árini hevur verið Aksel B. Danielsen. Í fjør sleit hann krossbandið. Hann er so smátt farin at venja aftur, men tað er ivasamt, hvønn leiklut hann fer at eiga í ár, ella um hann yvirhøvur fer at eiga nakran leiklut í ár.

 

Um Skála skal lyfta seg úr botninum, er grannauppgerðin ímóti EB/Streymi á heimavølli ein av dystunum, sum tað er neyðugt at vinna fulla úrtøku í.

 

Hjá EB/Streymi eru Ólavur Niclassen og Salmundur Bech langtíðarskaddir.

 

Í kvøld eru báðir beiggjarnir hjá Akseli B. Danielsen – Niels Pauli og Ragnar – í hópinum hjá EB/Streymi. Fremsti álopsspælarin hjá EB/Streymi er Gutti Dahl-Olsen, sum eftir leikbann er tøkur aftur. Hann og Niklas T. Kruse eru toppskjúttar við trimum málum. Ein annar av framrættaðu monnunum, sum tað verður roknað við fer at skora fleiri mál í ár, er Filip Djordjevic, sum í 2-1 heimasigrinum ímóti B68 fyri einari viku síðani skoraði fyri fyrstu ferð í EB/Streyma troyggjuni.

 

Undan grannauppgerðini er sjálvsálitið stórt í Sundalagnum. EB/Streymur hevur vunnið fulla úrtøku tvær tær seinastu ferðirnar – á heimavølli ímóti AB og B68. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku í kvøld, so verður EB/Streymur – í hvussu so er inntil seinnapartin í morgin – á triðja plássi.

 

Skála – EB/Streymur: Alex Troleis kl. 18.00.

 

880025124
Víkingur8602231018
HB8431191315
B36841315713
EB/Streymur8413131513
07 Vestur823311169
NSÍ830512229
B6881257195
AB811610244
Skála80359173

 

 

 

Í morgin

 

KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

 

Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

B36 – 07 Vestur: Eiler Rasmussen kl. 15.00

 

AB – B68: Dagfinn Forná kl. 17.00

 

Higartil er tað ikki eydnast Skála saman við venjaranum Michael Bjørn Nielsen at vinna fulla úrtøku. Í kvøld verður møguleiki fyri tí, tá ið EB/Streymur verður gestur undir Mýruhjalla