Kapping
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Í Sosialinum í gjár stóð skrivað, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, av tingsins røðarapalli mikudagin hevði lagt eftir føroysku peningastovnunum.
Eitt nú segði hann, at »eg skal ikki siga tað, at mann hevur avtalu innanhýsis, men onkursvegna upplivir man peningastovnarnar, sum at teir fylgja øgiliga væl við hvør øðrum og vita væl av, hvussu hvør annar handlar. Tann sama varhugan, sum vit ofta hava rundanum oljufeløgini, at tá tað snýr seg um oljuprísin, so er tað meir ella minni eitt forstáilsi um, at oljuprísirnir altíð eru júst teir somu upp á oyrað.«
Eisini helt hann, at mann hevði líkasum varhugan av, at tingini vóru rættiliga væl avstemmaði, í øllum førum millum teir báðar stóru peningastovnarnar, um bæði rentupolitikk, holdningar mótvegis almennum ætlanum og so framvegis.
Men hetta eru viðmerkingar, sum Janus Petersen, stjóri í Føroya Banka og formaður í Felagnum Føroyskir Peningastovnar, vísir aftur.
- Peningastovnarnir eru í dagligari kapping við hvønn annan, og vit renna øll skjótt fyri at fylgja við í kappingini. Peningastovnarnir hava fría prísáseting, ymsar rentur í nógvum førum og ymsar rentumarginalar. So onki er í útsøgnini hjá Jóannesi Eidesgaard. Hatta má standa fyri hans egnu rokning. Hatta er ein politisk útsøgn, sigur Janus Petersen.
Skeiv samanbering
Av tingsins røðarapalli mikudagin segði fíggjarmálaráðharrin millum annað, at hann herfyri datt fram á ein tíðindastubba í donskum miðlum, sum greiddi frá, at BRF-Kredit nú kann bjóða tilboð upp á eitt lán við rentu upp á 1,8 prosent.
- Tað kann man siga er eitt tilboð, sum vil nakað, og tað er eitt tilboð, sum liggur ótrúliga langt frá tí, sum føroyskir sethúsaeigarar kunnu seta nøsina upp eftir at fáa, staðfesti hann og vildi við hesum vísa á, at tann føroyska rentan er ovurhøg til samanberingar.
Til tað viðmerkingina staðfestir Janus Petersen, at talan er um eina obligatiónsrentu, sum realkredittstovnarnir sjálvir læna fyri, men tá teir læna víðari til kundarnar, leggja teir rentuískoyti og onnur gjøld omaná.
- Annars er at siga, at føroyskir peningastovnar longu bjóða realkreditt í Føroyum, so hesi tilboð, sum Jóannes Eidesgaard rósar, eru longu atkomilig í Føroyum, sigur Janus Petersen.
Lítið konkret
Um viðmerkingina hjá Jóannesi Eidesgaard av tingsins røðarapalli sigur Janus Petersen, at skal mann koma út í eina diskussión um rentupolitikk og annað, so má vera greitt, hvat akkurát tosað verður um:
- Vit hava sjálvandi fulla respekt fyri, at hann hevur eina meining, men eg síggi hetta sum eina politiska meining, sum er ring at argumentera um, og tað er heldur ikki okkara uppgáva at kommentera politisk uppáhald, tí vit eru bankar, sum dríva forrætning, sigur Janus Petersen.
Um ætlanina hjá tí almenna at fara undir at kappast við peningastovnarnar heldur Janus Petersen, at tað prinsipielt er skeivt, at tað almenna fer at kappast við tað privata, men vísir á, at tað almenna longu við Húsalánsgrunninum er í kapping við peningastovnarnar.
- So har er ikki tann stóra broytingin, staðfestir hann.