Tað tóktist standa í botni mánadagin seinnapart og út á kvøldið í samráðingunum um nýggjan sáttmála á almenna arbeiðsmarknaðinum. Men so glapp.
Báðir partar tóktust nøgdir við eina avmarkaða lønarhækkan í ár fyri síðani at taka upp stóra bardagan til komandi samráðingar næsta heyst.
Tað er einki at ivast í, at ivasomu búskaparligu útlitini í løtuni hava spælt ein stóran leiklut í hesi avgerð, og báðir partar vænta og vóna helst, at útlitini verða betri komandi heyst.
Jóannes Eidesgaard frdi fram, at tað var óamannaverk at binda tað almenna til ein tvey-ára sáttmála nú, tá búskaparútlitini eru so døpur, og tí miðaði Fíggjarmálaráðið eftir einum eitt-ára sáttmála.
Í fyrra semingsuppskotinum varð lønin fyrra árið í tvey-ára sáttmálaskeiðinum sett til 0,7%, meðan 2,9% suldu leggjast omaná seinna árið. Nú fekst semja so um eitt prosent í einum eitt-ára sáttmála, og tað kunnu almennu arbeiðsgevararnir liva við. Og tað kunnu fakfeløgini eisini.
- Hóast tað ikki ljóðar av so nógvum, so er vegurin langur frá 0,7 prosentum upp til eitt prosent. Og vit kunnu liva við einum prosenti í lønarhækkan, tá sáttmálaskeiðið er so stutt, sigur Selma Edllingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.
Fyri Fíggjarmálaráðið og kommunurnar var tað avgerandi, at sáttmálaskeiðið ikki gjørdist tvey ár, men bert hitt eina.
- Sum búskaparligu útlitini eru beint nú er tað óamannaverk at binda landið í einum tvey-ára sáttmála, sigur Jóannes Eidesgaard.
Nú er so friður á almenna arbeiðsmarknaðinum fram til samráðingarnar upp til nýtt sáttmálaskeið, sum byrjar 1. oktober 2011, og má tíðin bara vísa, um hetta verður »stille før stormen«.