Dysturin millum Neistan og VÍF, sum bleiv útsettur vegna landsdystin í styrki, verður í annaðkvøld klokkan 19.15.
Ongin dystur varð um vikuskiftið í Atlantic Airways deildini. Ein dystur skuldi verða leygardagin millum Neistan og VÍF, men hann var útsettur landsdystur millum Føroyar og Danmark var í høllini á Hálsi.
Hondbóltssambandið hevur nú kunngjørt, at tann dysturin verður í annaðkvøld klokkan 19.15. Tað er framvegis ógreitt nær útsettu dystirnir millum StÍF KÍF og Kyndil Team Klaksvík verða.