Vinstrahalli flokkurin Syriza og leiðarin Alexis Tsipras vóna at endurvinna valdið. Flokkurin hevði eina sera lítla leiðslu í meiningakanningunum undan vikuskiftinum. Seinastu kanningarnar vísa, at flokkurin lá millum 0,7 og 3 prosent framman fyri konservativa flokkin Nýtt Fólkaræði og leiðaran Vangelis Meimarakis.
Neyvan fer nakar av flokkunum at fáa meiriluta í tinginum, so teir verða allarhelst noyddir at leita sær stuðul frá smærru flokkunum, fyri at megna at skipa stjórn. Sannlíkt er at antin miðflokkurin To Potami ella sosialdemokratiski Pasok gerast partur av eini fleirflokkastjórn.
Valhølini lótu upp klokkan fimm føroyska tíð og eru opin til klokkan 16. Fyrstu forsøgnirnar væntast eini tveir tímar seinni.
9,8 milliónir grikkar eru skrásettir sum veljarar og skulu avgera, hvør skal standa á odda fyri landinum og seta í verk bjargingarpakkan, sum Alexis Tsipras og Syriza samdust við ES og aðrar kreditorar um seinasta mánað. Tað var ósemja um leiðina út úr kreppuni sum førdi til, at stjórnin hjá Alexis Tsipras fall og at nýval varð skrivað út.