Ummæli av ummæli
Vit miðaldrandi minnast teir ógvusligu orðadráttirnar, sum í 70-árunum plagdu at vera í bløðunum, tá ið rithøvundurin Magnus Dam Jakobsen fór at ummæla tey ummæli, hann fekk frá øðrum. Turrisligt var tað ikki, og mangan skemtiligt.
Bókaummælini í Útvarpi Føroya eru spøk afturímóti. Lurtarin følir, at stigið verður varliga.
Tað er als ikki lætt at ummæla í hesum lítla landi. Eplið er ov nær slokkinum, kunnu vit siga, eldur í fjúsinum, hatta hevur hon einki skil á, langabbi hennara var eisini eitt tvørball, idiot!
Jógvan Isaksen,lektari skrivar einastaðni: "Ein góður ummælari skrivar fyrst og fremst eitt gerandismál, sum øll skilja." Hoyrt!
"Ummælarin má vera kønur á sínum øki", heldur hann fram, og " tað er neyðugt, at ein ummælari er vællisin." Nú fer at knípa hjá hesum ummælara og kanska fleiri við.
Kortini vágar undirritaða sær at avdúka, at hon heldur, at fleiri sendingar í miðlunum eru ringar at skriva um. Orsøkin er, at tað kennist sum at eitthvørt er galið. Men við tað at ein kanska er inhabilur ella í øðrum førum ikki er førur fyri at definera, hvat tað er sum er galið, so kann ein ikki fyri tað døma tað niður og norður. Heldur ikki kann man vera negativur, bara tí einum ikki dámar eitt menniskja. Eitt ummæli má og skal vera sakligt, kritikkurin má kunna brúkast til nakað, evt. vera til hjálpar; einki er lættari enn at jarðleggja onkran og sláa hann í hel.
6 des. datt eg inn í eitt ummæli í útvarpsins bókatátti, sum var øðrvísi. Hanus Andreasen breyt gamlar vanar, tá hann ummælti Norðlandslúðurin hjá Petter Dass, sum Aksel Tórgarð umsetti.
Ummæli var upp á rím og tað fleyt í sjónum sum ein vælbygdur bátur, púra sóttreinsað fyri patos.
Jensia í Búðini
Ein gomul endursending frá 1986 (Bestubitar) hevur fest seg ógloymandi í minnið hjá hesum ummælaranum.
Vit hoyrdu tað tá 93 ára gomlu bóndakonuna Jensiu í Búðini greiða frá, tá Haley-kometin fór tvørturvið Føroyum fyrst í hesi øldini. Í sjálvum sær ljóðar tað ikki serliga "vilt", at ein gomul kona (ella maður) fortelur um eina hending fyri næstan 100 árum síðani.
Men her upplivdu vit frásøgukynstur á høgum stigi. Eitt kynstur, sum má íðkast dagliga, um vit ikki skulu enda sum ómælandi zombiar framman fyri einum ella øðrum skermi.
Neyvan hevði hendan konan lært føroyskt í skúlanum, eg giti, at hon, eins og omma mín bæði skrivaði, roknaði og bað til Várharra á donskum. Og kortini gjørdu hesar konur okkum fyri skommum, tá ið ráddi um at siga frá á - ikki á nøkrum høvuðsmáli ella nøkrum minnilutamáli - men á Málinum í Føroyum. Dispositiónin var perfekt; einki himpr ella leiting eftir góðkendum orðum.
Vit byrjaðu í eplaveltini, har vit so gerandisliga settu epli niður saman við pápanum, og endaðu við at síggja og enntá lukta eitt tað vakrasta náttúrufyribrigdi, sum nakar man hava sæð í Føroyum. Haley- halastjørnuna.
Sunnudagin 12 des., eftir at eg hevði skrivað tað, tygum júst hava lisið, hevði Jógvan Arge samrøðu í útvarpinum við Súsannu Malenu Poulsen av Eiði. Aftur ein gomul røsk og vitug kona við framúr góðum evnum at siga frá. Eftir frásøgnini at døma hevur hon livað eitt langt og ríkt lív alla møguliga staðni í Føroyum. Vit sóu alt fyri okkum. Suðuroynna, Tjørnuvík, Havnina og Eiði. Hon fór niður í smálutirnar, og kortini var tað ikki trivielt eina einastu løtu.
Krosskast
Ferð eftir ferð eydnast tað sjónvarpsmanninum Tróndi Djurhuus at fáa eina heilskapaða sending burtur úr nøkrum, sum viðhvørt tykist vera tann totala ósemjan. Tróndur hevur góð evnir og gott høvd framman fyri tí eirindaleysa upptøkutólinum, og onkusvegna fær hyggjarin álit á, at hann nokk fær stýrt tí óróliga farinum í havn.
Luttakararnir eru oftast tveir áhugabólkar, og mangan eru evnini politisk, t.d. fiskivinnan, pensjónir, ferðsla, sjúkrarøkt, og altíð eru serlig fakfólk boðin við. Tað kunnu vera sjómenn, skiparar, bankafólk, vinnulívsfólk ella embætisfólk.
Hesi fólk hava oftast stóra vitan um síni øki, og tað er áhugavert at lurta eftir teirra seriøsu og róligu viðmerkingum.
Øðrvísi er við politikarunum. Fyri sjónvarpshyggjaran tykist tað ofta, sum eru hesir farnir í sjálvverju, longu áðrenn sendingin byrjar. Har aftrat hava summir serlig evnir eins og filmstjørnur at spæla fyri gallarínum. (Í leikhúsum finnast sum kunnugt gallarí ovast uppi, har tey sum ikki eiga nógvar pengar kunnu fáa bílig atgongumerki.)
Í seinasta Krosskasti, sum snúði seg um oljuhavnir, var ein dámligur, skemtiligur og samstundis álvarssamur stemningur. Hyggjarin fekk gott innlit í, hvussu fram verður farið í hesi spildurnýggju vinnuni, og vit skilja fulvæl, at Suðuroyggin ynskir at liggja framvið.
Verri var við stemninginum í næstseinasta Krosskasti, har talan var um pensjónir. Her fall javnaðarmaðurin tíverri í ta freistingina at spæla fyri teimum 5.000 pensjonistunum uppi á gallarínum. Spell, tí sjónarmið javnaðarfloksins eru ógvuliga áhugaverd at frætta meira um - eisini hjá manninum, sum eitur Helena.
Hesin maður skal bara kølast niður, hvørjum hann so kemur við.
Hann eins og fleiri aðrir ungir politikarar hava eina ófyrigeviliga synd: Teir arbeiða ov skjótt. Ov effektivt.
Sunnukvøld
Sunnukvøld í Sjónvarpinum plagar at vera so, at har er okkurt fyri øll. Soleiðis var eisini 12 des. Jólareikan er nýggj jólasending, har fleiri ymisk miðlafólk gera smærri sendingar, hvør við sínum serliga dámi.
Her var nakað fyri bæði Per og Pól. Gott er tað og ynskiligt, at fólk fara út á bygd at taka upp. Vit síggja nakað nógv úr Gongugøtuni og S.M.S. í Havn. Zakaris Hammer rakti í plett við at vísa á menniskjað og kenslurnar aftan fyri høvuðsvinnu okkara.
Vitjanin á Bókamiðsøluni var ov yvirflatisk. Bøkur eru vanliga vakrar og litríkar, altso dekorativar, og ein vildi ynskt, at meira varð gjørt burtur úr at vísa tí vanliga hyggjaranum og almenninginum inn í hetta bókamekka, sum fáur man hava vitjað.
Hesin ummælarin takkar fyri seg og ynskir bæði miðlum og lesarunum eini gleðilig jól og gott nýggjár 2000.