Hóast stóru landsliðshóparnir blivu nevndir sum ein orsøk til, at landsliðið var við til at geva roknskapinum hjá Fótbóltssambandinum fyri í fjør slagsíðu, sæst tað ikki aftur í ársins fyrstu úttøku, nú landsliðsvenjarin, Brian Kerr, hevur tikið hópin út til dystin ímóti Íslandi um tvær vikur.
Tilsamans hava 20 spælarar fingið landsliðsboð til dystin, sum – eins og í fjør – verður spældur í Kórinn-høllini í Kópavogi. Liðið hevur nakað at liva upp til, tí í fjør eydnaðist fyri fyrstu ferð nakrantíð Føroyum at vinna á Íslandi, og ta ferðina vóru eisini nógvir av teimum við, sum nú aftur hava fingið boð.
Úttikni hópurin er hesin: Fróði Benjaminsen (HB), Jákup á Borg (B36), Egil á Bø (EB/Streymur), Atli Danielsen (Roskilde), Jóhan Troest Davidsen (NSÍ), Jóan Símun Edmundsson (Newcastle), Atli Gregersen (Víkingur), Einar Hansen (NSÍ), Rógvi Jacobsen (ÍF), Meinhardt Joensen (B36), Bogi Løkin (Frem), Vagnur Mohr Mortensen (HB), Christian Restorff Mouritsen (B36), Gunnar Nielsen (Manchester City), Jónas Þór Næs (Frem), Andreas Lava Olsen (Frem), Súni Olsen (Víkingur), Jan Ingi Petersen (NSÍ), Símun Samuelsen (HB), Høgni Zachariasen (ÍF).
hil