Triathlon
Leygardagin 28/4 kl. 1800, skipar Føroya Triathlon Felag fyri úttøkukapping til Oggjaleikirnar í juli.
Byrjað verður við 1500 m svimjing í Svimjihøllini í Havn. Tá liðugt er at svimja, skal súkklast 40 km, frá Svimjihøllini til Kaldbaks, inn í Kaldbaksbotn og út aftur til Kaldbaks, síðani til Havnar til rundkoyringina á Ringvegnum, gjøgnum hana og oman til Skógrøkt Landsins, har farið verður at renna seinasta teinin, ið er 10 km. Runnið verður tvær ferðir eftir Hvítanesvegnum, Ringvegnum og fram við Strond til Sparikassan og niðan aftur til Skógrøkt Landsins, har málið er.
Leiðin har súkklað og runnið verður er nýggj, og løgd soleiðis at nærum slætt er, hetta tí at á Isle of Man er triathlonøkið púra slætt, og helst skuldi úttøkukappingin víst nøkulunda hvar føroyingar liggja í altjóða høpi. Svimjingin brýtur tó frá, við tað, at á Oyggjaleikunum verður svomið á einum vatni, og loyvt er íðkarunum at elta hvønn annan, og skuldu okkara triathlonfólk havt fyrimun av hesum. Í súkklingini er hinvegin ikki loyvt at elta kappingarneytar, og verður ein yvirhálaður, so skal ein skjótast møgligt fara afturum og út til síðuna, so fyrimunur ikki verður av at liggja í læ. Ætlaða vinnaratíðin verður beint omanfyri 2 tímar, treytað av at veðrið er til vildar.
Fýra menn og ein kvinna sleppa við, so tað verða tey ið skjótast eru, ið eiga plássini.
Føroyingar hava ongantíð verið við í hesi ítróttagrein í Oyggjaleikahøpi fyrr, so spenningurin er stórur, og hava folk vant dúgliga, bæði her heima og í Danmark.
Beint aftaná Oyggjaleikirnar á Gotlandi í 1999, var farið at arbeiða við at stovnseta eitt felag, ið sum limur í ÍSF kundi senda íðkarar til kappingar uttanlands, og til m.a. Oyggjaleikirnar.
3.jan. í ár var Føroya Triathlon Felag so endaliga góðtikið sum fult gildugur limur í ÍSF, undir Deildarsambandinum fyri Súkkling og Frælsa ítrótt.
Tey ið hava hug at vera við skulu siga frá hjá formanninum Evald Rasmussen 316552 ella skrivaranum Gunnar Dahl Olsen tel 319030, og eru tað so nøkur, ið bara vilja vita hvat hetta er fyri nakað, so eru tey eisini hjartaliga vælkomin.