Átta fingrar og sjey tær - er við í Australian Open

Læknarnir søgdu við Francescu Jones, at hon ikki fór at klára at spæla tennis.

Sum lítil fekk Francesca Jones at vita frá læknunum, at hon ikki fór at klára at spæla tennis, men nú hevur 20 ára gamla enska tennis-talentið spælt seg við til eina av heimsins størstu kappingum, nevniliga Grand Slam-kappingina Australian Open.

Francesca Jones er fødd við ectodermal dysplasia, og hon hevur átta fingrar og sjey tær. Einum tennisketsjara fær hon tó hildið, og væl tað, tí eftir avgerandi sigurin á kinesisku Lu Jiajing í gjár er Francesca Jones nú til reiðar til høvuðskappingina í Australian Open.

- Grátur var tað einasta eg hoyrdi saman við rópi og goyggjan av hundinum. Tað var ein ótrúliga rørandi samrøða, tí vit hava verið ígjøgnum so nógv saman, sigur Francesca Jones um telefonsamrøðuna við foreldrini beint eftir at hon hevði spælt seg við í Australian Open.

- Eg havi brúkt nógva tíð til at styrkja musklarnar, sum skulu stuðla teir, ja eg vil ikki siga manglarnar, men heldur veikleikarnar, ið eg havi. Og øll fólk hava veikleikar, sigur Francesca Jones í samrøðu við The Guardian.

Fyri at hava spælt seg í fyrsta umfar av Australian Open hevur Francesca Jones longu tryggjað sær í minsta lagi 100.000 dollarar (616.000 krónur), og tað er tvær ferðir so nógv sum hon hevur vunnið á yrkisleiðini higartil.

- Mín sálarliga styrki er ein av mínum størstu styrkjum, um ikki mín størsta. Eg havi ein fyrimun ímóti øllum mínum mótstøðuleikarum vegna tær upplivingar, ið eg havi verið úti fyri, sigur Francesca Jones við avstralska ABC.

Australian Open byrjar 8. februar.