Átta grindadráp í ár

Grindin, sum legði beinini í Leynum í gjár, var áttanda grindadrápið í ár.

Sambært grindahagtølunum á heimabeiti.fo, eru tað nú 508 grindahvalir, sum hava lagt beinini í 2019. Fyrsta grindin í ár var longu 1. januar, tá ið 70 hval vórðu dripnir í Trongisvági, og síðani hevur grind verið tvær ferðir í Hvalba, umframt í Sandavági, Bø, Tórshavn, Fuglafirði og í gjár í Leynum.

Harafturat løgdu sjey hvítsjórutir springarar beinini í Skálafirði síðst í farna mánaði, ið vórðu latnir húsarhaldunum kring Skálafjørðin.

Størsta grindin inntil nú, taldi 145 hval í Tórshavn, sum var sama dag – 29. mai – sum springararnir vóru í Skálafirði, meðan minsta grindin legði beinini fyrr hendan mánaðin, tá ið 21 hval vóru í Fuglafirði.

Til samanberingar vóru 10 grindadráp fyri alt síðsta ár, tá ið 524 hval løgdu beinini. Harafturat var eisini nakað av hvessingi, hvítsjórutum springarum og døglingum. Tó skal viðmerkjast, at flestu grindadrápini í fjør fóru fram í tíðarskeiðnum frá juli til september.