Átta minuttir frá framtíðini

- Nógv umrødda rundkoyringin í Eysturoyartunlinum er lík einum katedrali, heilar 180 metrar undir havskorpuni, sigur Johan Mortensen, sum var ígjøgnum tunnilin í gjár.

 

- Tað hava verið stórar broytingar í okkara samferðslukervi gjøgnum árini - Brúgvin um Streymin, Norðskálatunnilin til Skálafjørð, Signabøartunnilin, Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Haraftrat koma nýggi Smyril og Teistin, og alt hetta eru broytingar, sum hava ment Føroyar og sum hava gjørt tað liviligari her á landi.

Tað sigur Johan Mortensen, sum vísir á, at nú standa so aftur ómetaliga stórar broytingar fyri framman innan okkara samferðslukervi - og kanska tær mest kollveltandi av teimum øllum, nevnliga Eysturoyartunnillin og Sandoyartunnilin.

- Eg og nógv við mær hava eygleitt arbeiði uppi á Hvítanesi og fegnaðust, tá skotið varð ígjøgnum í Skálafjarðatunlinum. Eg havi eisini gingið og hugsað, hvussu tað verður at fara av Hvítanesi og átta minuttir seinni koma út í Rókini í Saltnesi.

Johan Mortensen heldur fyri, at hann ikki ordiliga hevur fingið hetta inn í sín mentala "optik", hvussu hetta fór at kennast. Tí gjørdist hann ógvuliga fegin, tá hann í gjár fekk høvi at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnillin.

- Eg má siga, at hetta var ein risastór uppliving, og eri sera hugtikin av dygdini í tunlinum, og hvussu professionelt alt er frágingið. Tað var ein løgin, surrealistik kensla, at sleppa ganga í rundkoyringini og skilja, at Strendur er til vinstru handar og Runavik beint fram.

Johan Mortensen sigur, at nógv umrødda rundkoyringin inni í tunlinum er lík einum katedrali, heilar 180 metrar undir havskorpuni.

- Og so at síggja dagsljósið aftur og hava Runavík framman fyri sær. Hetta var bara so mega stór og torskilt, sigur Johan Mortensen, sum onga løtu er í iva um, at Eysturoyartunnilin kemur at hava eina risastóra og positiva ávirkan á kommunarnar kring tunnillin og fyri landið alt.

Johan Mortensen sigur, at hann hevði tveir abbasynir við sær á ferðini, og hann heldur, at tað er gott, at ungir alvar sleppa at síggja, hvussu eitt týðandi blað í Føroya søgu verður skrivað.

- Tann eini helt fyri, tá vit vóru í rundkoyringini: "Abbi, droymi eg... ?", og rætt hevði hann. Eg haldi, at eingin av okkum dugir at droyma um, hvussu stóra ávirkan tunnillin fer at hava fyri okkara tjóð. Tey, sum standa fyri og varða av hesum stóra arbeiði, byggja veruliga land, og tey eiga mikið rós uppiborið, sigur Johan Mortensen.