Borgarstjórin á Eiði gevst nú í kommunalpolitikki. Tordur Niclasen heldur,at kommunustýrislimir ofta sita ov leingi, men eftir átta ár letur hann sín sess frá Borgarstjórin á Eiði, Tordur Niclasen, stillar ikki uppaftur á kommunuvalinum í næsta mánað.
- Eg segði tað longu eftir valið seinast, at hetta var mítt seinasta valskeið, og tað haldi eg fast við, sigur Tordur Niclasen við Rás2.
Átta ár eru ikki leingi, tá ið hugsað verður um, hvussu leingi aðrir kommunustýrislimir sita?
- Ja, summi sita alt ov leingi, men tað ætli eg mær ikki. Eg havi gjørt av, at átta ár eru nóg mikið fyri meg.
Tordur Niclsen hevur meginpartin av tíðini verið borgarstjóri á Eiði.