Stýrisskipanarlógin ásetir í grein 32, stk. 2, at nærri reglur um setanarviðurkifti løgmans og landsstýrismanna verða ásettar í løgtingislóg.
Samsýning og eftirløn landsstýrismanna er í dag skipað sambært løgtingslóg nr. 10 frá 8. januar 1993, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 18. mai 2006.
Eftir galdandi lóg fær løgmaður samsýning samsvarandi lønarflokki 40 hjá tænastumonnum landsins og landsstýrisfólkini samsvarandi lønarflokki 38. Lønartalvan hjá tænastumonnum er seinast javnað tann 1. oktober 2013, og vóru samsýningarnar tá hesar:
Løgmaður fær 58.527 krónur um mánaðin, sum er 702.324 krónur um árið.
Landsstýrisfólk fáa 49.845 krónur um mánðin, sum er 598.140 krónur um árið
Samsýningin verður útgoldin mánaðarliga frammanundan frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at landsstýrisfólkið hevur tikið við starvinum, til tann mánaðurin er úti, tá ið landsstýrisfólkið fer frá.
Borðfæ Umframt lønarsamsýning fáa løgmaður og landsstýrisfólk útgoldið hesar upphæddir sum borðfæ:
Løgmaður fær 7.181,61 krónur um mánaðin, sum er 86.179,38 krónur um árið
Landsstýrisfólk fáa 2.393,87 krónur um mánaðin, sum er 28.726,46 krónur um árið.
Borðfæið, sum verður útgoldið mánaðarliga, er skattafrítt.
Onki eftirlit er við nýtsluni av borðfæi, og tað finnast ongi hagtøl, sum vísa, hvat hesin peningur verður nýttur til.
Landsstýrisfólk, sum búgva uttan fyri Suðurstreymoy, hava rætt til frían bústað í Tórshavn. Í staðin fyri frían bústað kann eitt landsstýrisfólk fáa eitt árligt kostnaðarendurgjald, sum er tengt at, í hvørjum parti av landinum landsstýrisfólkið býr.
Skipanin við kostnaðarendurgjaldi fyri landsstýrisfólk tók upprunaliga útgangsstøði í skipanini, ið var galdandi fyri løgtingslimir, tillagað viðurskiftunum hjá landsstýrisfólkum. Kostnaðarendurgjaldið var ætlað at vera endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við starvið, m. a. flutning.
Kostnaðarendurgjøldini, sum eru víst niðanfyri, eru ikki skattskyldug.
Árliga kostnaðarendurgjald er fyri tey, sum búgva í Suðurstreymoy, undantikið Tórshavn, Hoyvík, Argir og Hvítanes 57.452,91 krónur.
Fyri tey, sum búgva í Norðstreymoy er tað 78.997,76 krónur.
Fyri tey, sum búgva í Eysturoy er tað 100.542,60 krónur.
Fyri tey, sum búgva í Sandoy/Vágum er tað 143.632,29 krónur.
Og fyri tey, sum búgva aðrastaðni er tað 165.177,13 krónur.
Kostnaðarendurgjaldið verður javnað á sama hátt sum vanligu viðbøturnar, ið tænastumenn fáa.
Landsstýrisfólk, sum velur at fáa frí hús í Tórshavn, fær umframt frían bústað eitt kostnaðarendurgjald, sum er 17.235,88 kr. árliga.
Kostnaðarendurgjaldið verður útgoldið mánaðarliga saman við lønarsamsýningini.
Í galdandi lóg eru ongar ásetingar um samskiftisútreiðslur. Verandi siðvenja er, at landið letur landsstýrisfólkum fartelefon, farteldu og internetsamband og ber allar útreiðslurnar í hesum sambandi. Tá ið landsstýrisfólk fara frá, er óskrivaða mannagongdin, at øll útgerðin skal latast landinum aftur, men tað er ymiskt, hvussu henda mannagongd verður fylgd.
Viðvíkjandi fráfaringarløn er ásett í galdandi lóg, at tá ið landsstýrisfólk fer frá, fær viðkomandi samsýning eftir hesi reglu:
Sitið styttri enn eitt ár: Í 3 mánaðir eftir fráfaring
Sitið longri enn eitt ár: Í 6 mánaðir eftir fráfaring
Fráfaringarlønin er tann sama sum lønarsamsýningin.
Um eitt fyrrverandi landsstýrisfólk, ið fær fráfaringarløn, tekur sæti á tingi, fær viðkomandi bæði fráfaringarløn frá landsstýrisstarvinum og tingmannaløn, men tó í mesta lagi í 6 mánaðir.
Landsstýrisfólk hevur rætt til egineftirløn, tá ið viðkomandi hevur verið landsstýrisfólk í minsta lagi eitt ár samanlagt.
Hægsta eftirlønin er 60% av eftirlønargevandi lønini í tí lønarflokki, sum landsstýrisfólk er samsýnt eftir, tá ið viðkomandi fór u?r starvi. Rætturin til fulla eftirløn verður vunnin eftir 8 ára starvstíð. Rætturin til eftirløn verður vunnin soleiðis:
Landsstýrisfólk fá egineftirløn soleiðis:
1. til 4. árið: 9% árliga
5. til 8. árið: 6% árliga
Tilsamans eftir 8 árum 60%
Eftirlønin verður útgoldin mánaðarliga frammanundan frá 1. í mánaðinum aftaná, at viðkomandi hevur fylt 67 ár. Undir ávísum fortreytum kann eftirløn verða útgoldin frá 60 ára aldri3 Hevur viðkomandi bæði verið løgmaður og landsstýrisfólk, fær viðkomandi eftirløn sum løgmaður.
Reglur eru ásettar í galdandi lóg um, hvussu gerast skal, tá ið landsstýrisfólk eisini hevur sitið á tingi, hvussu niðursett eftirløn verður útroknað og fyri hjúnafelagaeftirløn og barnaeftirløn.
Sambært galdandi lóg er ásett, at um landsstýrisfólk, tá ið viðkomandi tekur við, hevur størv í almennari tænastu ella privatum virkjum, samtøkum ella stovnum, skal viðkomandi vanliga siga tey frá sær. Løgmaður kann tó loyva einum landsstýrisfólki at halda fram í tílíkum størvum, um løgmaður heldur, at tey ikki kunna hava við sær trupulleikar í røkjan av embætisskylduni sum landsstýrisfólk. Løgmaður boðar Løgtinginum frá hesum.