Óttast amerikanskt álop á Venesuela

Í Venesuela hevur Hugo Chavez, forseti, gjørt av at vápna stór herlið, so tey kunnu forða einum møguligum amerikonskum álopi. Tað hava vit ongar ætlanir um, sigur ame
Fyri nøkrum mánaðum síðani var forsetin í Venesuela, Hugo Chavez, á ferð í Russlandi, Spania og Brasil. Tá frættist ikki nógv um ørindi hansara, men nú er komið fram, at hann keypti umleið 50 russisk jagaraflogfør, 40 tyrlur og 100.000 Kalasjnikov-riflur.
Úr Venesuela verður sagt, at forsetin, sum sjálvur er útbúgvin heryvirmaður, ætlar sær at stovna ein fólkaher við hálvari aðru millión hermonnum, og at herurin skal verja Venesuela ímóti einum møguligum amerikonskum álopi. Frammanundan hevur Venesuela 100.000 vápn-aðar hermenn.
- Bush eigur at hugsa seg um, áðrenn hann ger av at leypa á okkum, tí vit fara at verja okkum, sigur Hugo Chavez, sum vil vera við, at amerikanararnir vilja hava ræðið á oljutilfeinginum í Venesuela, sum er eitt av teimum størstu í heiminum. Venesuela framleiðir umleið tríggjar milliónir tunn-ur av olju um dagin, og meiri enn ein triðingur fer til USA.
Men sambært amerikonsku herleiðsluni nýtist ongum at stúra fyri, at USA fer at leypa á Venesuela.
- Eg havi lisið um hatta í bløðunum, men eg kann siga, at hann hevur einki við veruleikan at gera. Hatta er púra buturvið, sigur ovastin fyri amerikonsku herleiðsluni, Richard B. Myers, generalur. Eygleiðarar í Venesuela halda, at Chevez hevur ætlanir um at gera landið til eitt hernaðarveldi.