Óttast fyri yvirgangi í EM

Franska trygdartænastan sigur seg vita, at ætlanir eru um yvirgangsálop á Frakland í summar.

13. novembur í fjør lótu 129 fólk lív í yvirgangsatsóknum í franska høvuðsstaðnum, París, og var tað eina av hesum álopum ætlað ímóti Stade de France, har landsdystur var.


Í summar verður EM-endaspæl í fótbólti í Fraklandi, og nú bera fleiri leiðandi persónar ótta fyri, at endaspælið fer at verða mál fyri yvirgangsatsóknum.


- Vit vita, at Daish (IS) hevur ætlanir um at fremja álop, sigur stjórin í fronsku trygdartænastuni, Patrick Calvar, við TT.


Frammanundan hevur stjórin í Europol, Rob Wainwright, eisini ført fram, at hann óttast fyri yvirgangsálopum mótvegis endaspælinum.


- Tað er eitt upplagt mál fyri yvirgangsmenn. Eg eri ógvuliga bangin fyri yvirvangsálopum undir EM, hevur hann sagt við Die Welt.


Rob Wainwright vísti í samrøðuni eisini á, at teir kenna til umleið 5.000 fólk úr Evropa, sum hava limað seg inn í yvirgangsbólkar í Sýria og Irak. Av hesum er bara ein triðingur komin heimaftur.


- Tað er heilt einfalt ómøguligt at halda eftirlit við øllum, sum eru undir illgruna fyri ætlanir um yvirgang. Evropa hevur ikki nóg stóra arbeiðsmegi til tað, segði hann.


Trygdareftirlitið í Fraklandi er annars hert munandi, nú EM-endaspælið fer av bakkastokki 10. juni og heldur á í ein mánað á 10 ymiskum leikvøllum.