Áttu at havt lært av 90’ara kreppuni

- Vit áttu at havt lært eitt og annað av kreppuni í 90-unum. Til dømis áttu vit at havt eitt búskaparligt tilbúgvingarráð, sum skjótt kundi traðka til í slíkum støðum, heldur enn at skrumla ein bólk saman tveir dagar undan dead-line, heldur Bjarni Djurholm, sum var eygleiðaritil bankakanningina miðskeiðis í 90-unum

Hann var sjálvur upprunin til bankakanningina miðskeiðis í 90-unum, sum í síðsta enda førdi til, at Føroyar fingu strikað eina milliard í skuld og fingu niðurfryst aðrar 500 milliónir, sum en í dag eru niðurfrystar.
Tað var 8. desember i 1994, at Bjarni Djurholm legði mál fram á ting, sonevnda bankamálið, sum førdi til eina bankakanning av viðurskiftunum, tá fíggjarmálaráðið noyddi Føroya Banka og Sjóvinnubankan at leggja saman.
Kanningin vardi frá 11. mars 1996 til 4. januar 1998, og síðani førdu tingingar til, at Føroyar fingu strikaðar tilsamans eina milliard av skuld, umframt at 500 milliónir vórðu niðurfrystar, og eru tað framvegis.
Bjarni Djurholm var ein av eygleiðarum Løgtingsins í hesum kanningum, og Sosialurin hevu spurt hann, hvussu hann við sínum royndum frá fyrru bankakanningini metir støðuna hjá Eik Banka.
- Tað er sjálvandi trupult at siga, tí tey flestu kenna ikki støðuna nágreiniliga, men tð er ein sannroynd, at Eik Banki við sínari stødd í samfelagnum hevur so stóran týdning, at tað er ein ómetaliga stór avgerð, sum liggur hjá tí politiska myndugleikanum at tryggja, at avleiðingin av hesum hóttafallinum verður so lítil sum tilber, sigur Bjarni Djurholm.
Hann sigur, at verður virksemið sjóðað niður, fær hetta ávirkan á alt samfelagið sum so við tað, at bankin situr við helminginum av øllum peningarenslinum í samfelagnum undir sær, harundir kredittveitingum.
- Tí hevur Eik Banki so ómetaliga stóran týdning fyri allan framburð í landinum, og tað trúgvi eg, at allir politikarar í Føroyum eru greiðir yvir, sigur Bjarni Djurholm.

Vera varin
Spurningurin er so, um nakrir paralellir kunnu dragast milum støðuna, sum uppstóð fyrst í 90-unum og ta støðu, Eik Banki er í nú.
- Tilgongdin er heilt øðrvísi. Bankakreppan í 90-unum var eitt úrslit av einari vánaligari handfaring, bæði politiskt og av fíggjarligum feilum gjøgnum 80-árini. Men tað ber til at siga, at nettoúrslitið av teirri støðu, sum bankarnir komu í tá, og sum Eik Banki er komin í nú, kann javnstillast, tí Eik Banki er so stórur í føroyska samfelagnum, sum Føroya Banki og Sjóvinnubankin vóru tað í sínari tíð, sigur Bjarni Djurholm.
Tá metti løgting og landsstýri, at trupullikarnir vóru so mikið stórir, at landsstýrið fór inn og bjargaði bankunum.
- So hóast tað vóru nógv viðurskifti í tí tilgongdini, ið spurnartekin kundi setast við, og hóast bankakanningin tá førdi til eina munandi niðurskriving av føroyskari skuld, so mugu vit vera fullkomiliga greið um, hvat tað er vit gera, tá vit taka eina politiska avgerð, so vit ikki koma í ta støðu, har samfelagið verður sjóðað niður á eitt lægri bluss sum ger, at bæði privat og vinna hava ilt við at fóta sær í einum modernaðum samfelagi, sigur Bjarni Durholm.

Tilbúgvingarbólk
Hann heldur, at tað veðrur ikki lætt hjá landinum at traðka til í einari tíð, har eisini landskassin skal spara.
- Tað verður sera, sera trupult. Nú skal eg ikki siga, hvat landsstýrið skal gera, tí tað finna teir vælsaktans út av, men so mikið størri og álvarsamari er uppgávan. Og tí er spurningurin, um tað ikki hevði verið rætt, at landið til eina og hvørja tíð hevði ein serfrøðingabólk, sum altið var tøkur til at ráðgeva landsstýrinum og politiska myndugleikanum, um ein slík støða uppstendur, sigur Bjarni Djurholm.
Hetta skuldi verið ein bólkur við serfrøði innan bankaheimin og inna løgfrøði, sum til eina og hvørja tíð kundi ráðgivið.
- Tað haldi eg manglar, tí tað verður eitt sindur ad hoc-kent, tá tú skal koma rennandi og seta fólk niður í bólkar tvey samdøgur undan dead-line, sigur Bjarni Djurholm.
Størsta læran av fyrru bankakreppuni og nú eisini hesari átti tí at veri, at havt ein bólk tilbúnan alla tíðina.
- Politikarar eru næstan øll leikfólk, sum gera tað, tey meta er best fyri samfelagið, men viðhvørt er neyðugt at hava neyvt tekniskt løgfrøðiligt innlit. Tað manglar í hesum døgum og har hava vit kanska forsømt at havt eitt »beredskab«, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum altíð kann trekkja upp á, sigur Bjarni Djurholm.