Eftir tapið hjá Portugal móti Danmark, staðfesti miðvallarin, Deco, at hann og liðfelaganir á portugisiska landsliðnum sjálvir áttu skuldina fyri tapið. - Tað hevði alstóran týdning hjá okkum at vinna, tí talan er um beinleiðis kappingarneyta í kapprenningini um pláss í HM-endaspælinum. Tá vit komu á odda 2-1, hildu vit ikki, at vit kundu tapa. Og tað kostaði okkum nógv móti einum liði, sum ikki vildi tapa, segði Deco eftir dystin.