Hann var níggju ára gamal, tá ið hann spældi á fyrstu almennu konsertini. Hann hevur spælt í fleiri barna- og ungdómsbólkum síðani – eitt nú í Kulum Rótum og Óvita Blues Band – og hann hevur eisini roynt seg sum solistur á útgávum og konsertum. Í gjár kom EP útgávan »World Out There« á talgilda marknaðin.
Seinastu tvey árini hevur Beinir skrivað og framleitt teir seks sangirnar á útgávuni, og hann hevur fingið køna hjálp frá Esben Svane, sum hevur framleitt útgávuna, og Hans Marius Ziska, sum hevur verið við at gera tveir av sangunum. Í bólkinum hjá Beinir spæla Bárður Petersen, Benjamin Djurhuus, Jákup Tórgarð og Fríði Bjarkhamar, og teir hava allir havt sín leiklut í tilgongdini.
Sambært Beinir hava øll seks løg á útgávuni sínar serstøku dygdir. Flestu løgini eru orkumikil við skiftandi rútmum, meðan tekstirnir snúgva seg um aktuellar og grundleggjandi persónligar spurningar og søgur í hansara lívi.
– Við hesi nýggju útgávuni vil eg gjarna skapa ein vaksna mynd av mær sjálvum, og hetta er mítt fyrst skot í tí samanhanginum, sigur Beinir Troest við Sosialin.
Longri samrøða kann lesast í Vikuskifti í Sosialinum.