Tummas gevst í Klaksvíkar býráð

Eftir at hava sitið í Klaksvíkar býráð í átta ár, hevur Tummas Lervig gjørt av ikki at stilla upp aftur hesaferð

Tað skrivar hann á Facebook.

 

– Eftir átta samhangandi ár á hesum sinni, sum býráðslimur í Klaksvíkar Kommunu, er tíðin komin at takka fyri meg.

– Tað inniber at eg ikki stilli upp til komandi býráðsval, skrivar hann.

– Hesi átta árini havi eg verði við til at flutt Klaksvíkar Kommunu fram á leið, og sum eg vóni at verandi og komandi ættarlið kunna gleðast um. Fari at takka øllum eg havi møtt á vegnum í hesum ótrúliga áhugaverda arbeiði, sum ein av fólkavaldu í Klaksvíkar Kommunu.

Tøkk til tykkum øll sum hava valt meg gjøgnum tíðina.

Ynski mínum politiska felag og øllum sum her búleikast góðan byr og gott val, skrivar Tummas Lervig, sum seinastu tvey valskeiðini hevur verið annað umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvíkar býráð.