Tungmálmur í Løkshøll

 

 

Í sambandi við tiltakið, Summartónar, verður verður eisini ein konsert við tungmálmi á skránni í ár.

Talan er um rokkbólkin SIC, sum fer at hava eina framførslu í Løkshøll í Runavík.

Konsertin verður í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 21.

Løkshøll hevur verið karmur um nógv ymisk tiltøk, men hetta er fyrstu ferð, at ein “hørð” rokkkonsert verður í Løkshøll. SIC eru kendir fyri sín Hardcore/Thrash Metal tónleik og lívligu framførslur, siga tey í Løkshøll.

Sum upptakt til konsertina, fer lokali bólkurin Konqueror at hita upp til konsertina.