Tungt hjá toftamonnum í Vági

FC Suðuroy tekur í dag ímóti toftamonnum á Vágseiði, og hóast úrtøkan ikki hevur verið so stór higartil, so er tað als ikki óhugsandi, at samansetta liðið í sunnaru helvt av Suðuroy í dag hevur møguleikan fyri fullari úrtøku.

Tølini siga, at tað er ikki á hvørjum ári, at B68 fær úrtøku á Vágseiði. Seinnu árini hevur tað verið langt ímillum, at B68 í bestu deildini hevur spælt í Vági. Tað kemst av, at VB, VB/Sumba og síðani FC Suðuroy hava flutt millum bestu og næstbestu deildina, og av at eisini toftamenn í fyrsta ára tígginum í hesi øldini hava verið tvær ferðir í næstbestu deildini og vent.

Sunnudagin vann B68 við 3-2 heimasigri á NSÍ fyrstu stigini í ár. B68 liðið er framvegis skaðaplágað – serliga millum framrættaðu menninar - men sigurin á NSÍ ber sjálvandi økt sjálvsálit við sær. Síðsta B68 stigið í Vági var í 2006, tá ið úrslitið ímóti VB/Sumba var 1-1. Í 2004 vann B68 4-2 á útivølli ímóti VB. Annars hevur heimaliðið vunnið fult.

FC Suðuroy er einasta liðið í bestu deildini, sum framvegis eigur á at skora fyrsta málið. Sunnudagin var tað fleiri ferðir tætt við á útivølli ímóti favorittunum í EB/Streymi, sum eftir tætta uppgerð at enda tryggjaðu sær 3-0 sigur.