Tungt hjá Rógva og liðfeløgunum í botnstríðnum

Roskilde var aftur fyri tapi í dag

Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Roskilde spældu í dag á útivølli móti Skovbakken í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Roskilde sum hevur hart brúk fyri stigum tapti dystin 27-29. Skovbakken var á odda 14-12 í steðginum. 

 

Rógvi skoraði tvey mál fyri Roskilde í dag.

 

Roskilde er einsamalt botnlið við bert níggju stigum. Roskilde hevur fýra stig upp til Otterup á triðaftasta plássinum. Tvey tey niðastu liðini flyta beinleiðis niður í triðbestu deildina.

 

NrLIÐ:DYSTIRSTIG
1TMS Ringsted1828
2HØJ 1825
3Skive fH1822
4Team Sydhavsøerne1721
5Aarhus HC1719
6Rækker Mølle1717
7TM Tønder1817
8Grindsted1715
9IK Skovbakken1815
10FIF1714
11Odder1713
12Otterup HK1813
13Roskilde189