Tungur róður móti kynsligari javnvág

Úrslitið av løgtingsvalinum frøddi ikki Javnstøðunevndina ? men kvinnuligir politikarar vilja treyðugt taka undir við tankanum um at bøta kynsbýtið á tingi via lógarligan tvingsil.

Javnstøða

Nú dustið aftan á valið 2004 er við at leggja seg og úrslitini eru staðfest, stendur greitt at tær kvinnur ið vunnu sær sæti á Føroya Løgtingi hesuferð gjørdust ikki fleiri enn tríggjar, tilsamans minni ein tíggjundapartur av tingmanningini. Hetta kann samanberast við undanfarna valskeið, 2002, ið sá fýra kvinnur valdar inn á ting; tað sama gjørdi 1998.

Tær tríggjar innvaldu, Lisbeth L. Petersen (Sambandsflokkurin), Annita á Fríðriksmørk (Tjóðveldisflokkurin) og Heidi Petersen (Tjóðveldisflokkurin), umboða tilsamans 9,4 prosent av Løtinginum. Tó er enn ein møguleiki fyri at kvinnurnar gerast fleiri við at næstvaldar so sum Helena Dam á Neystabø (Javnaðarflokkurin), Annika Olsen (Fólkaflokkurin) og Mamy Dahl Sørensen (Javnaðarflokkurin), kunnu koma inn fyri fyrstvaldar løgtingslimir ið átaka sær sess í Landsstýrinum ella av øðrum orsøkum ikki kunnu uppfylla sítt sæti.

Hóast tað heldur ikki var meira enn ein atkvøða ið avgjørdi at Malan Johansen (Sjálvstýrisflokkurin) ikki varð innvald, so kann eingin burturforklára at úrslitið av valinum talar sítt týðiliga mál.

- Tað er jú keðiligt við afturgongd, viðmerkti Annika W. Joensen ið hevur sitið sum formaður í Javnstøðunevnini síðani desember 2002.

- Tað skuldi jú heldur havt gingið hinvegin, legði hon afturat.

- Kvinnurnar fingu í 2002 nógv fleiri atkvøður, allarhelst av tí at Lisbeth Petersen fekk so mangar atkvøður tá.

Onkur vil vera við at tann loyalistiska hugsjónin ikki neyðturviliga inniber nakran serligan loyalitet móti einum leiðara. Sum viðmerking til at Lisbeth Petersen tók seg aftur sum formaður Sambandsfloksins, so at siga straks valúrslitið var greitt, heldur Annika W. Joensen at floksfelagarnir áttu at víst henni størri samhald.

- Hevði talan verið um ein mann, so ivist eg stórliga í um eitt formansskifti hevði verið líka aktuelt_ Lisbeth Petersen var hóast alt tann ið fekk flestar atkvøður í sínum flokki.

- Tíverri vísir tað seg at vera so_ Hetta er eftir mínum tykki eitt dømi um at vit seta hægri krøv til kvinnur enn vit seta til menn.


Støði í uppstilling

Støðan á javnstøðu økinum er so vánalig at vit eiga at umhugsa at lóggeva um balansuna millum kynini á valevnislistunum til løgtingsval, meinar Annika W. Joensen.

- Úrslitið av valinum var eitt vónbrot sæð úr javnstøðu sjónarhorni. Gongdin seinastu árini, at alt fleiri kvinnur stilla upp og fáa størri part av atkvøðunum, er vend. Nú er tíðin komin at kanna hvørt valskipanin er ein forðing fyri einum jøvnum kynjabýti á tingi.

Kvinnulig valevni og politikarar vit hava tosað við vísa seg ikki at vera so vís í vit skulu lóggeva um kvotering í tí kynsliga býtinum í sambandi við valið til Løgtingið. Ein kvinna við drúgvum politiskum royndum er Katrin Dahl Jakobsen (Javnaðarflokkurin), sum við løgtingsvalið 2004 ikki kom inn aftur á ting. Hon meinar at arbeiðið við at fáa í lag javnstøðu kynjanna millum tekur drúgva tíð og eigur ikki at forcerast við at lóggeva við kvotering. Harafturímóti er hon samd við Anniku W. Joensen um at eitt orka eigur at sett til undir uppstillingar fasuni.

- Arbeiðið við at fáa í lag javnstøðu millum menn og kvinnur er ikki nakað sum kann gjøgnumførast upp á stutta tíð. Sjálvsagt eiga politikarar alla tíðina at vera til reiðar at lóggeva har tað krevst fyri at hjálpa gongdini tann rætta vegin, men hetta má gerast við varsemi. Vit eiga í øllum førum at hyggja meira at sjálvari uppstillingini_ Tað er nevniliga har tann kynsligi ójavnin byrjar, tað er har hann hevur sítt støði. Kunnu vit fáa vit fleiri kvinnur at stilla upp, so koma vit uttan iva eisini at síggja eitt positivt útslag í javnvágini á tingi.


Kirkjan á veg

Annita á Fríðríksmørk, sum hevur sitið sum limur í Løgtinginum tey seinastu seks árini, varð afturvald hesuferð og skal tí sita eitt valskeið afturat. Hon er eins og Annika W. Joensen vónbrotin av at vit ikki fingu fleiri kvinnur inn á ting, og viðgongur samstundis at tað kann kennast eitt sindur einsamalt at vera ein av so fáum kvinnum millum so nógvar menn. Meðan hon vísir til møguleikan at tær framvegis kunnu gerast fleiri enn tríggjar tá av tornar á hesum sinni, tekur hon ikki undir við hugsanini um lógarliga at kvotera millum kynini.

- Vónandi verður tað soleiðis at onkrir kvinnuligir varalimir fara at avloysa onkran ið fer út í Landdstýrið, segði Annita á Fríðriksmørk.

- Tíverri sær tað í løtuni út sum at tað gongur tann skeiva vegin, um vit hyggja eftir umboðanini á tingi. Men nú er tað einaferð so at traditiónir taka sína tíð og lata seg ikki broyta frá einum degi til annan. Tað var jú altíð menn ið tóku sær av politikki, og ikki kvinnur_

- Kvinnurnar í Suðurstreymoy førdu seg væl fram og fingu rættiliga nógvar atkvøður; tað rakk bara ikki um gáttina hjá nóg mongum.

- At broyta javnstøðuna er vissuliga ein tungur róður_ Hinvegin haldi eg at tað er skeivt at lóggeva viðvíkjandi kynsbýtinum; vit hava hóast alt eina demokratiska skipan og mugu virða viljan hjá fólki at stilla upp so væl sum veljarans atkvøðu.

Um orsøkina til at hon varð vald inn á Løgting av nýggjum, heldur Annita á Fríðriksmørk at hetta kann hava við at gera at hon hevur torað at tikið støðu til fleiri eym mál. Av aktuellum málum sum hon heldur fara at upptaka nógv í komandi valskeiði, nevnir hon ta ríkisrættarligu støðuna og yvirtøkuna av fólkakirkjuni.

- Vit fingu endiliga í Mentamálaráðnum gongd á arbeiðið at fyrireika yvirtøkuna av fólkakirkjuni, hetta ikki minst tí tað eydnaðist at fáa ein bólk til regluligar orienteringar, ein bólkur ið bestendur av bispi, próvsti, formanninum í Prestafelagnum umframt umboðum fyri teir politisku flokkarnar ið hava limir í Løgtinginum. Arbeiðið er nú komið so mikið væl áleiðis at yvirtøkan er næstan klár.

TÍGGJU TÆR OVASTU: PERSÓNLIGAR ATKVØÐUR
Lisbeth L. Petersen, Suðurstreymoy (B) - 648
Annita á Fríðriksmørk, Suðurstreymoy (E) - 527
Helena Dam á Neystabø, Suðurstreymoy (C) - 342
Katrin Dahl Jakobsen, Suðurstreymoy (C) - 308
Malan Johansen, Suðurstreymoy (D) - 212
Heidi Petersen, Norðurstreymoy (E) - 203
Edva Jacobsen, Eysturoy (B) - 180
Súsanna Dam, Suðurstreymoy (B) - 177
Mamy Dahl Sørensen, Norðuroyar (C) - 172
Kristina Háfoss, Suðurstreymoy (E) - 160

PERSÓNLIGAR ATKVØÐUR: PROSENT Í MUN TIL ATKVØÐUR Í VALDØMI
Heidi Petersen, Norðurstreymoy (E) - (203 av 2493) 8,1 %
Lisbeth L. Petersen, Suðurstreymoy (B) - (648 av 11763) 5,5 %
Maiken Krabenhøft, Sandoy (E) - (53 av 1023) 5,2 %
Annita á Fríðriksmørk, Suðurstreymoy (E) - (527 av 11763) 4,5 %
Rósa Samuelsen, Vágar (B) - (88 av 1973) 4,5 %
Eyðna Vidtfeldt, Sandoy (B) - (45 av 1023) 4,4 %
Mamy Dahl Sørensen, Norðuroyar (C) - (172 av 4069) 4,2 %
Emmy H. Sandberg Joensen, Vágar (A) - (83 av 1973) 4,2 %
Annlis Bjarkhamar, Suðuroy (E) - (145 av 3507) 4,1 %
Sólfríð Fjalsbak, Vágar (E) - (75 av 1973) 3,8%

KVINNULIG VALEVNI
Vágar - (6 av 20) 30,0 %
Norðurstreymoy - (6 av 22) 27,3 %
Norðuroyar - (10 av 40) 25 %
Suðurstreymoy - (16 av 65) 24,6 %
Suðuroy - (8 av 36) 22,2 %
Sandoy - (3 av 23) 13,0 %
Eysturoy - (9 av 48) 9,1 %
Tilsamans/miðal fyri landið - (58 av 254) 22,8%

ATKVØÐUR TIL KVINNULIG VALEVNI
Suðurstreymoy - (2856 av 11763) 24,3 %
Norðurstreymoy - (409 av 2493) 16,4 %
Vágar - (297 av 1973) 15,0 %
Norðuroyar - (518 av 4069) 12,7 %
Suðuroy - (391 av 3507) 11,1 %
Sandoy - (101 av 1023) 9,9 %
Eysturoy - (625 av 6879) 9,1 %
Tilsamans/miðal fyri landið - (5197 av 31707) 16,4%