Tunnil til Nólsoyar kostar 1,2 milliardir krónur

Tað sigur Dennis Holm, landsstýrismaður, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinnu

– Tunnilin sjálvur til Nólsoyar verður mettur at kosta eini 891 mió. kr. í 2023 prísum uttan váðaískoyti. Eindarprísurin er 165 tús. kr./m. Sostatt kostar ein undirsjóvarbreyt til Nólsoyar umleið 1,2 milliardir kr. (rundað tal). 

Tað sigur Dennis Holm í svarinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, løgtingskvinnu fyri Fólkaflokkin, sum sett honum ein skrivligan fyrispurning um, hvussu nógv tað kostar at gera ein metrotunnil úr Havn til Nólsoyar. Talan er um tunnil, sum bilar ikki kunnu koyra ígjøgnum, men sum eitt ómannað eltok skal koyra ígjøgnum.

Løgtingskvinna spyr soleiðis:

1. Ætlar landsstýrismaðurin at kanna møguleikarnar at loysa samferðsluna til útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt (metro)? Í fyrsta umfari kundi farvegurin til Nólsoynna verið ein byrjan? 

2. Hvat kosta undirsjóvarbreytir (metroir) og viðlíkahald og rakstur av teimum í mun til aðrar samferðslumøguleikar? 

– Sum støðan er, er eingin ætlan at gera undirsjóvarbreytir til útoyggjar, sigur landsstýrismaður. Og hann heldur fram:

– Eitt føroyskt ráðgevarafelag hevur arbeitt við tveimum uppskotum ella hugskotum um undirsjóvarbreyt til Nólsoyar, har farleiðin er frá Bursatanga í Havn til Nólsoyar. 

##med2##

 

Í tí eina uppskotinum verður koyrt beinleiðis inn í tunnilin, eins og við verandi tunlum. Í hinum uppskotinum verða fólk og bilar flutt niður í tunnilin við trappum og lyftum báðumegin tunnilin. 

Eingin kostnaðarmeting er gjørd av hesi ætlan, men í frágreiðingini “Forkanningar av einari nýggjari suðuroyarleið” hjá Landsverki frá 2021, var ein toktunnil ein av loysnunum, ið varð kostnaðarmett. Av tí, at Landsverk ikki hevur royndir við undirsjóvarbreytum í Føroyum, so var neyðugt at fáa royndarprísir frá okkara grannalondum. 

Niðurstøðan um ein Suðuroyartunnil var, at ein toktunnil hevði verið tað skilabesta valið umhvørvisliga, men ikki búskaparliga. Orsøkin er, at umframt at gera tunnilin, so skulu íløgur eisini gerast í jarnbreytir, tok, jarnbreytarstøðir og annað. 

Um tunnilin til Nólsoyar er 5,4 kilometrar, verður jarnbreytin mett at kosta 108 mió. kr. Tokið, jarnbreytarstøðir, el-innleggingar og ymiskt, verður mett at kosta 152 mió. kr. Samanlagt hevði kostnaðurin fyri tokútbúnaðin verið eini 260 mió. kr. 

– Tunnilin sjálvur til Nólsoyar verður mettur at kosta eini 891 mió. kr. í 2023 prísum uttan váðaískoyti. Eindarprísurin er 165 tús. kr./m. Sostatt kostar ein undirsjóvarbreyt til Nólsoyar umleið 1,2 milliardir kr. (rundað tal), sigur landsstýrismaðurin. 

Hann sigur víðari, at rakstrarkostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin var mettur til 30 mió. kr. um árið.

– Nólsoyarfarleiðin er nógv styttri, og hevði rakstrarkostnaðurin verið væl lægri. 

Møguliga kann ein jarnbreytartunnil gerast bíligari enn aðrir undirsjóvartunlar, tí tvørmátið kann óivað verða nakað minni, um tunnilin bert er ætlaður til tok. Tað kann verða kannað nærri, og eisini hvør tekniska menningin er innan tunnilsgerð. 

Til samanberingar kosta Oyggjaleiðir hjá Strandferðsluni á leið 43 mió. kr. árliga í rakstri til Svínoy- Fugloyarleiðina, Kalsoyarleiðina, Mykinesleiðina, Nólsoyarleiðina, Hestleiðina og Skúvoyarleiðina. 

– Rakstrarútreiðslurnar á Nólsoyarleiðini eru eini 15,4 mió. kr. árliga. 

– Samanumtikið er ætlanin ikki at byggja jarnbreytir ella undirsjóvarbreytir til smærru útoyggjarnar, til dømis Nólsoynna, men í staðin er ætlanin at gera sjóvegis sambandið enn betri við nýggjum ferjum og við betri ferðaætlanum. Vit hava tó drúgvar og góðar royndir við tunnilsgerð. Tí er kortini vert at fylgja við, hvussu tekniska menningin verður innan gerð av undirsjóvarbreytum, segði Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum greiddi frá hesum á tingfundi í dag.