Tað hevur ikki gingið eftir ætlan við bilferðsluni í Eysturoyartunlinum fyrstu tríggjar vikurnar, sum gjald hevur verið fyri at koyra ígjøgnum tunnilin. Metingarnar søgdu, at 6.300 bilar fóru at koyra ígjøgnum tunnilin um dagin, og út frá tí eru gjøldini sett.
Men tað vísti seg, so skjótt sum felagið fór at taka pengar fyri at koyra ígjøgum tunnilin, at ferðslan minkaði nógv.
Fyrstu vikuna – tá tað var ókeypis at koyra – var miðaltalið um dagin 7.546 bilar. 6.221 koyrdu millum Eysturoy og Streymoy, meðan 1.325 koyrdu millum Strendur og Rókina.
Her er vert at geva gætur, at hóast tað var ókeypis millum Rókina og Strendur, so koyrdu bara 1.325 bilar hendan teinin um dagin, hóast felagið hevur roknað við 2.090 gjaldandi bilum um dagin.
Fyrstu vikuna við gjaldi koyrdu 2.741 bilar millum Streymoy og Eysturoyr. Tað eru 1.469 bilar færri um dagin, enn roknað varð við. Millum Rókina og Strendur koyrdu 410 bilar, sum er 1.680 færri bilar, enn roknað varð við.
Siga vit, at allir bilarnir vóru persónbilar, so er talan um eina mista inntøku hesa vikuna upp á 1.065.225 kr.
Fyri viku 2 við gjaldi var missurin 849.975 kr, og viku 3 var missurin 789.250 kr.
Tilsamans hevur tunnilsfelagið mist 2.704.450 krónur – um talan bara var um persónbilar. Men tað er tað ikki. Tí er fíggjarligi missurin nakað størri enn hetta, men tað talið kenna vit ikki, tí býtið millum persónbilar og aðrar bilar, sum gjalda meira, eru ikki upplýst.
Um hesi miðaltøl halda fram restina av árinum – tað ber tó ikki til at staðfest, tí vanar kunnu broytast – so fara at vanta 47 milliónir krónur í á nýggjárinum.
Talvan vísir miðalferðslu í Eysturoyartunlinum pr. dag:
##med2##