Um nakrar dagar verður fyrsta skotið latið av í Eysturoyartunlinum. Tað verður á Strondum. Bæði har og á Hvítanesi hevur síðstu mánaðirnar stórt fyrireikingararbeiði verið gjørt.
Stutt fyri miðnátt í gjárkvøldið legði Eystnes hjá Smyril Line at bryggju í Runavík. Hann kom úr Drammen úr Noregi við útgerð, sum skal brúkast í sambandi við sjálvt tunnilsarbeiðið og eisini við bústaðirnar til arbeiðsfólkið, ið skulu setast upp á gamla hondbóltsvøllinum niðanfyri bygdarhúsið á Strondum.
Í góðveðrinum í morgun verður arbeitt við at tøma skipið. Lastin er 700 tons.
Hetta er fyrsta av trimum skipum, sum fyri NCC skulu flyta útgerð til Føroya. Næsta skipið kemur henda vegin um ein mánað.