Tunnilsgerð
Vágar:
Undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi verður liðugur í februar komandi ár. Sigur tíðarætlanin. Men stjórin sigur, at verður møguligt at gera tað fyrr, verður arbeiðið ikki drigið út.
Arbeiðið, sum eftir er at gera, gongur eftir ætlan. Byrjað er at taka vegbreytina inni í tunlinum upp og leggja nýggja aftur ístaðin. samstundis verða rør og frárensl gjørd, og tað arbeiðið verður væntandi liðugt fyrstu viku í mai, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri í partafelagnum Vágatunlinum. Tá tað er gjørt, skulu eini tvey løg av asfalti leggjast omaná.
Tekja tunnilin
Tetting og trygging av loftinum eru liðug, men eftir er at tekja tunnilin í støðum, har eitt sindur dryppar enn, sigur stjórin.
Tað arbeiðið fer at verða gjørt samstundis sum annað arbeiðið, eitt nú el- og kaðalarbeiðið, sum gerast skal inni í tunlinum.
El-arbeiðið er boðið út, sigur Dávid Reinert Hansen, og tilboðini skulu vera inni fyrst í apríl.
Tilkoyringarnar til tunnilin báðu megin verða nú eisini gjørdar lidnar. Leynamegin eru teir farnir undir brúnna. Stovnarnir verða stoyptir. Syðru megin eru teir um at vera lidnir, og síðan verður farið norður um ánna. Rundkoyringin verður eisini gjørd liðug, men ikki tikin endaliga í brúk, fyrr enn tunnilin verður latin upp, sigur stjórin.
Vágamegin verður farið undir at gera tilkoyringina lidna fyrst í apríl. Serliga er tað stóra svingið norðanvert Fútaklett, sum gerast skal liðugt. Tilfar liggur utan fyri tunnilsmunnan, og nakað verður eisini skilt úr tunlinum, nú vegbreytin verður tikin upp og løgd av nýggjum. Eitt sindur verður helst tikið úr grótbrotinum í Sandavági, men ferðslan har verður verri enn so tann sama, sum var, meðan borað varð.
Norðoyatunnilin
Tá spurt verður eftir Norðoyatunlinum, svarar Dávid Reinert Hansen, at nú má hann fyrst fara at skifta kaskett. Hann er eisini stjóri í tí felagnum, sum skal standa fyri Norðoyartunlinum.
Arbeiðið við Norðoyartunlinum gongur sína gongd,sigur Dávid Reinert Hansen.
Forprojektið, sum skal vera grundarlag fyri góðkenning til at fara undir veruliga arbeiðið, verður væntandi liðugt í juni í ár, sigur hann.
Síðan kann farast undir detailprojektering, sum væntandi fer at vara árið út.
?Gongur væl, kann útbjóðingin helst verða í seinast ársfjórðingi í ár, sum eisini hevur verið ætlanin, sigur Dávid Reinert Hansen, stjóri fyri Norðoyartunnilin.
Tað vil so siga, at byrjast kann í fyrsta lagi fyrst í komandi ári upp á sjálvt arbeiðið at gera Norðoyartunnilin, sigur hann.