-Nei, áheitanin frá býráðnum fær okkum ikki at broyta meining, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Eystur- og Sandoyartunlar við Kringvarp Føroya.
Tórshavnar Býráð hevur staðiliga heitt á tunnilsfelagið um at flyta tunnilsmunnan av havnalagnum á Gomlurætt og longur niðan í lendið, so at tunnilin ikki fer at órógva virksemi á havnalagnum. Á býráðsfundi fyri trimum vikum síðani heitti eitt einmælt býráð á landsins myndugleikar um at taka upp nýggjar samráðingar við tunnilsfelagið um linjuføringina.
Les eisini Vilja broyta ætlanina um Sandoyartunnilin
- Vit kunnu ikki gera so øgiliga nógv. Ein avgerð er tikin um, at tunnilin liggur har niðri. Tunnilin er liðugt projekteraður og boðin út, og arbeiðið er klárt at fara í gongd so skjótt sum man hevur sprongt ígjøgnum Eysturoyartunnilin, sigur Teitur Samuelsen við Kringvarp Føroya. Hann sigur, at orsøkin til, at tunnilsmunnin er heilt niðri á havnalagnum er, at annars mátti tunnilin verið nógv longri, fyri at hann ikki skal gerast ov brattur.
Í farnu viku segði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum við in.fo, at hann ikki fór at noyða tunnilsfelagið at leggja tunnilin hægri. Tí er ikki líkt til, at áheitanin frá Tórshavnar Býráði fær nakra ávirkan.