- Tunnilsheimild er ikki okkara borð

- Nei, vit eru ikki løgfrøðiligt eftirlit við landsstýrisfólki, sigur Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivstovuni.

Síðstu dagarnar hevur ivi verið sáddur um, hvørt Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, nú eisini hevur heimild at skriva undir sáttmála við privat felag um at gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin.

Heimildin, ið landsstýrismaðurin í innlendismálum heldur seg til, var givin í løgtingsmáli 161/2009, sum løgtingið samtykti við 24 atkvøðum fyri, tann 12. mai 2010.

Eftir samáðið í Rættarnevndini og Fíggjarnevndini fríggjadagin kom fram, at Løgtingsskrivstovan nú er biðin um at gera eitt løgfrøðiligt notat um hesa heimild.

Men tað verður ikki Løgtingsskrivstovan, ið ger eina slíka meting.

- Nei, tað er ikki okkara borð at meta um, hvørt ein landsstýrismaður hevur eina slíka heimild ella ikki, sigur Súsanna Danielsen, og vísir aftur, at nøkur slík meting verður gjørd á Løgtingsskrivstovuni í løtuni.

- Nei, einki slíkt arbeiði er í gongd á Løgtingsskrivstovuni í løtuni, sigur Súsanna Danielsen.

Uppgávan hjá Løgtingsskrivstovuni er at kanna og meta um lógaruppskot, áðrenn tey verða borin inn í løgtingssalin.

Stjórin á Løgtingsskrivstovuni heldur út frá hesum, at løgtingslimir mugu leita sær aðra, løgfrøðiliga hjálp ella ráðgeving, um tey ivast í, hvørt landsstýrismaðurin hevur sína heimild í lagi.

Eitt amboð til at lýsa og meta um slíkar heimildir er Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum.