Tunnilssáttmáli verður loyniligur

Hóast bæði Rættarnevndin og Landsstýrismálanevndin hjá løgtinginum vilja sleppa at síggja sáttmálan millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners um Eysturoyartunnilin, so verður tað av ongum.

 

Kári P. Højgaard tvíheldur um, at sáttmálin er og verður loyniligur.

 

- Men eg vil fegin svara uppá allar teir spurningar, sum løgtingið hevur til sáttmálan, sigur Kári P. Højgaard.

 

Upprunaliga skuldi sáttmálin undirskrivast 27. juni, men eftir politiskt trýst varð dagurin útsettur til 1. september.

 

- Eg havi gjørt ein sáttmála út frá tí heimild, sum løgtingið gav landsstýrismanninum, sigur Kári P. Højgaard.

 

- Sáttmálin verður ikki viðgjørdur í løgtinginum. Løgtingið skal bara viðgera tað lógaruppskot, sum er lagt fyri løgtingið, sigur Kári P. Højgaard.

 

Innlendismálaráðið hevur sjálvt staðfest, at lógaruppskotið er smíðað, beinleiðis út frá tí sáttmála, sum framvegis er loyniligur. Millum annað tí verður víst á, at løgtingið kann ikki viðgera eitt lógaruppskot, sum beinleiðis er gjørt uppá ein loyniligan sáttmála.

 

Men tað ber væl til, sambært landsstýrismanninum í innlendismálum.

 

- Løgtingsnevndirnar fáa svar uppá allar spurningar, sum tey seta, sigur Kári P. Højgaard.

 

Men samstundis er greitt, at hvørki Rættarnevndin, Landsstýrismálanevndin ella løgtingið annars sleppa at síggja sáttmálan.

 

Kári P. Højgaard tvíheldur um, at hann hevur avtalað við Copenhagen Infrastructure Partners at sáttmálin er í trúnaði, og soleiðis verður tað.

 

Meðan løgtingið krevur upplýsingar, so fær landsstýrismaðurin stuðul frá løgmanni. Á síni vangamynd á Facebook skrivar Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður soleiðis í gjárkvøldi:

 

”Tað passar heilt einfalt ikki at tað er vanligt at sáttmálar millum tveir samráðingarpartar, hvar tað almenna er annar parturin, verða lagdir fram í einum parlamenti. Sáttmálar er ein umsitingarligur spurningur. Vit leggja ikki sáttmálar millum tað almenna og oljufeløgini uppá mia virði fyri løgtingið, men vit hava eitt lógargrundarlag sum sáttmálin verður gjørdur út frá. Mær vitandi leggur landsverk ikki sáttmálar við eindarprísum millum seg og byggiharrar fram alment. Men tað er altíð lætt men undir beltið at ákæra landstýrisfólk fyri at goyma upplýsningar. Men at upplýsningar verða givnir í nevndarviðgerð, haldi eg er ein sjálvfylgja. Hví lata fjølmiðlafólk ikki nøvn á teirra keldum, sjálvandi fyri at verja hana, tað sama er galdandi fyri landstýrisfólk, tá talan er um at verja sáttmálapartar.”

 

Til ber at hoyra samrøðu við Kára P. Højgaard við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Les eisini:

 

Kári kallaður í Landsstýrismálanevnd