Turkaland darvar aftur svenskum Nato-limaskapi

ANKARA: Turkiska uttanríkisnevndin útsetti í gjár avgerð sína um svenskan Nato-limaskap.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix

Tað hendir, nú Svøríki hevur bíðað í hálvtannað ár eftir at gerast limur í vesturlendsku hernaðarsamgonguni.

Sambært formanninum í turkisku uttanríkisnevndini, Fuat Oktay, kann avgerðin koma aftur á skránna í næstu viku. Men hann vil ikki siga nakra tíðarfreist.

Tað var sambært svensku tíðindastovuni TT »eitt drúgvt og lívligt kjak« í gjár, tá tveir limir í nevndini so vildu hava málið útsett til í næstu viku.

Umsóknin hjá svensku stjórnini skal viðgerast í nevndini sum liður í góðkenningini hjá Turkalandi. Men tað er bara eitt av fleiri seinni stigum tilgongdini.

 Bara Ungarn og Turkaland vanta nú at góðkenna Svøríki sum lim í Nato.

/ritzau/

 

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix