Turkar biðja NATO um rakettir

Stjórnin í Turkalandi hevur nú biðið NATO seta upp Patriot-rakettir við markið millum Turkaland og Sýrialand,so landið verður betur ført fyri at verja seg.

Tað segði NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, í dag. Hann legði afturat, at áheitanin úr Ankara verður viðgjørd á NATO-høvuðsborgini í Bruxelles beinanvegin.

Turkaland er limur í NATO, og Anders Fogh Rasmussen segði fyri nøkrum døgum síðani, at verjusamgongan hevur eina greiða ætlan, hvat skal henda, um Turkaland verður álopið.

Teir seinastu mánaðirnar eru fleiri granatir komnar úr Sýrialandi inn um turkiska markið, og fleiri turkar hava latið lív.