At síggja oman yvir Tórsvøll og tevja stemningin var sum at vera staddur á einumhvørjum røttum stadion úti í heimi.
Tað góða og framsókna føroyska spælið gjørdi sítt til, at hetta varð eitt fagnaðarkvøld. Víst byrjaðu italiumenn sum ódnarveður, men sum fráleið høvdu okkara menn teir á knøunum langar løtur.
Italska málið var kanska ivasamt, men meiri iðra vit okkum um teir báðar bóltarnar, sum føroyska liðið hevði á stongina. Høvdu teir farið inn, so var sensatiónin heima aftur.
Men vit kunna síggja fram til fleiri stórar landsdystir á Tórsvølli í nýbyrjaðu kappingini. Sambart vallarspeakarunum verða teir fýra heimadystirnir, sum eftir eru, spældir á Tórsvølli í 2012 og 2013.
Tann stóra áskoðarafjøldin í kvøld var fyri ein part drigin av italsku bóltsnillingunum, men líka nógv hevði tað at týða, at hetta var fyrsti dystur, har leiktjøldini luku altjóða krøv, sum eru við til at gera fótbóltin so áhugaverdan alla aðrastaðni. Her kom alt tað, sum ymsir fyrireikarar gjørdu burtur úr fyri dystin, sera væl við.
Áhugin fyri premierunií røttum altjóða dámi var hugaligt tekin um, at vit hava gott í væntu. Áskoðaraplássini vóru fullsett, og tá nú okkara menn aftur eru farnir at sýna ágrýtni, hegni og vilja móti heimsins fremstu á tjóðarleikvøllinum, eru samlaðu útlitini bjørt fyri komandi heimadystum.
Gundadalur hevur í 100 ár verið miðstøðin í føroyskum fótbólti. Nú farið er undir onnur 100 ár, hevur Gundadalur við byrjaðu dagføringini av umstøðunum á Tórsvølli í góðum samljóði millum fótbóltin og Tórshavnar Býráð.aftur tikið sín natúrliga oddasess.
Til lukku við degnum øll somul. Dagarnir verða óivað upp aftur betur sum frálíður - til frama fyri áskoðarar, spælarar og ikki minst Føroyar, sum við fótbóltinum og pallinum Tórsvølli hava sín besta sýnisglugga út í heim.
Tað gav at býta, tá reklamurnar fyri fiskavørunum frá Vaðhorni og Kósini komu fram á breddan og fóru inn í stovurnar í Italia og aðrastaðni saman við fræga avrikinum hjá okkara fótbóltsspælarum. Betri kanst tú valla samskifta við keypararnar.