Turt og ræst til føroyingar

Tvøroyri: - Fái eg bara fólk at keypa eina einastu ferð frá mær, so koma tey heilt sikkurt aftur, sigur Óli Johansen, sum eigur virkið “Eldborg” á Tvøroyri. Íalt framleiðir hann 16 ymiskar fiskavørur

Einum nýtist bert at ganga eftir ljóðinum fyri at finna teir báðar, Óla og Monrad.

Í kjallaranum í einum útbygdum sethúsum innarlaga á Trongisvágsfirði situr Monrad við eina av serbygdu maskinunum á virkinum - banki-maskinuna.

Henda hósmorgunin í farnu viku er fiskaframleiðsla sum ikki einaferð á skránni. Fyrr var eisini illa á einum slíkum virki. Men í dag skal turrur fiskur í kilovís bankast, áðrenn hann verður pakkaður.

Hann hevur frammanundan hingið uppi at turka, men er nú búgvin til víðari framleiðslu á sama staði.

Óli Johansen sjálvur rokast við at viga nakrar saltkjálkar í posar. So er tað arbeiðið ikki eftir, tá hann næstu ferð ætlar sær til Havnar at selja.

Starvsfelagi hansara, Monrad Augustinussen situr í einum øðrum rúmi, og hevur eisini úr at gera.

Taktfast, sum var talan um ein robot, fer tað eina flakið fyri og annað eftir ígjøgnum maskinuna nakrar ferðir, inntil hann er nøgdur. Hetta er nú eisini klárt at koyra í posar til víðari sølu.

- Eg havi verið á sjónum í nógv ár, greiðir Monrad frá. - Men at arbeiða á landi er eisini fínasta slag.


Turt og ræst

Á Tanganum á Tvøroyri hevur Óli Johansen bygt sær upp eitt lítið virki til framleiðslu av fiskavørum.

Í fyrstu atløgu sær virkið ikki út av so nógvum. Men tað hevur kortini eydnast teimum í Eldborg at gera seg út við so mongum sum 16 ymiskum fiskavørum.

Hesar fiskavørurnar eru frá feskum til saltað, frá turrum til ræst við rættiliga ymiskum fiskasløgum.

Hóast teir í dag kunnu bjóða fram nógv ymisk sløg av fiskavørum, so byrjaði tað í roynd og veru við eini einstakari vøru - sølu av kalva.

Hetta var fyrst í 90’unum, tá Óli sjálvur byrjaði at selja kalva til viðskiftafólk uttanlands.

- Ja, tað vísti seg, at hetta gekk væl, tí áhugin var stórur fyri føroyska fiskinum, greiðir hann frá.


Til høvuðsstaðin

So hvørt sum virksemið øktist, varð neyðugt at fáa sær egnaði høli til framleiðsluna.

Óli fekk innrættað sær góð høli á Tvøroyri, og í dag er talan um sera fjølbroytt virksemi út frá Eldborg, hvørs navn kemur frá einum av bátunum hjá Óla.

- So vísti tað seg, at fólk í Føroyum eisini vildu keypa kalva frá mær. Og síðani er virksemið bara vaksið og vaksið, eins og úrvalið er vorðið enn meiri fjølbroytt, greiðir Óli Johansen frá.

Ein dagin kom hugskotið um at kanna eftir, um fólk aðrastaðni kring landið dámdu fiskavørur hansara. Mundu fólk í Havn eisini hava áhuga fyri hansara fiskavørum?!

Sum sagt, so gjørt. Og líkt er til, at fólk í høvuðsstaðnum hava givið tí gætur, tá útvarpslýsingar boða frá, at nú er suðringurin aftur í Havn við fiskavørum.

- Tað vísti seg, at eisini her var stórur áhugi. Og so langt eru vit komnir í dag, tí áhugin er framvegis til staðar.


Gott stríð

Eitt er sjálvandi framleiðslan, men uttan góða rávøru ber illa til at fáa eina líkinda fiskavøru burturúr.

Óli fylgir tí væl við, hvat er at fáa til keyps á teimum ymisku fiskamarknaðunum kring landið. Og er okkurt gott at fáa til keyps í Sørvági, Toftum, Klaksvík ella í Suðuroy, liggur hann framvið.

Fiskurin kemur til høldar á virkinum, har hann og aðrir mans skera fiskin m.a. til flak og kjálkar. Hetta er stórarbeiði, og tí hevur hann ofta fleiri aðrar mans aftrat sær til hetta.

Tá alt er skorið og reinsað verður tað saltað sum skal saltast; tað sum skal heingjast upp verður hongt upp niðri við sjóvarmálan; og tað sum er fekst verður hagreitt og fryst.

- Jú, halt kipp, tað er eitt gott stríð at rigga alt til. Men satt at siga, bilar tað ikki, tí mær dámar væl at arbeiða, sigur Óli Johansen við einum brosi.




Dupult tíð

Óli Johansen hevur so líðandi funnið fram til mátan, at fáa tað besta burtur úr rávøruni. Her er serliga talan um turra fiskinum, sum eftir hansara meting er tann besti á marknaðinum.

Fyrimunurin er, at fiskurin verður turkaður úti og heilt niðri við sjóvarmálan á Tvøroyri. Í ár er kortini ein broyting hend. Tað vísir seg, at toskurin og hvítingurin eru feitir og sera væl fyri.

- Hetta hevur gjørt sítt til, at tað tekur dupult so langa tíð at fáa hann turran. Men tá hann so er vorðin turrur, er hann hann ótrúliga góður, staðfestir Óli Johansen.







Bankar fisk

Liðin eru eini tvey ár, síðani Monrad Augustinussen byrjaði at arbeiða hjá Óla.

- Tað byrjaði faktiskt við, at hann bað meg hjálpa sær at egna nakrar stampar, greiðir Monrad frá.

Óli hevði brúk fyri meiri hjálp frá Monradi. Nakað eftir hetta varð hann spurdur, um at koma til arbeiðis í framleiðsluni av fiskavørum til føroyska marknaðin.

- Eg játtaði so, og nú arbeiði eg einar tveir dagar um vikuna her, onkutíð meiri.

Hesar dagarnar eru ymiskar uppgávur at loysa, m.a. at skera kjálkar og at flekja fiskin, sum síðani verður hongdur upp at turka. Ella Monrad situr við ta serstøku banki-maskinuna.

- Við hesi maskinuni gongur tað bæði skjótt og væl, sigur hann við einum brosi.