Tutl á altjóða netinum

.

Umframt at selja frá egnari heimasíðu, www.Tutl.com er Tutl nú komið á listan hjá einum av teimum heimsumfatandi netsølulistunum, www.amazon.com. Til ber at leita á amazon.com ella á CDnow ella á 75 øðrum »outlets«. So nú ber til við teldu at keypa til dømis Ragnarfløguna í NýSælandi, New York, Tjørnuvík ella Tanzania - hvar sum helst.

Tutl hevur arbeitt við málinum seinasta árið, og verulig gongd kom í málið eftir at Kristian Blak umboðaði TUTL á WOMEX - World Music stevnuni í Berlin í oktober. So nú eru fyribils 30 fløgur at fáa á internetinum. Restin verður bjóðað út í januar-mars 2000.

Samstundis verður arbeitt við at fáa tónleikin enn meira framførdan á altjóða støði, í útvørpum ella á konsertum, so áhugin at leita sær fram listafólk á netinum fer at vaksa. Nevnast kann at Ragnar í Vík kemur út á teimum hotdiskum í januar og februar.

Nú í desember 1999 eru á netinum: Maria Guttesen, Í Abinum, Aria, Plastnoist, Sirm, Present Past, Øssur Johannesen, Kristian Blak, Henrik Sørensen, Gluggamynd, Spælimenninir, Safir, Kingosangir, Flúgvandi Biðil, Alex Bærendsen, Grannar, Klakki, Ívar Bærentsen, Jógvan Andrias, Ragnar í Vík, Boreas og Pauli í Sandagerði.