Plátufelagið Tutl, ið eisini rekur fløguhandil Í Gongini í Havn, hevur nú eisini tikið við virkseminum hjá FC-Búðini, ið harvið broytir navn til Matrix.
Eigarin av FC-Búðini hevði ikki stundir ella áhuga í at reka handilin og vendi dæt tí til Tutl. Ætlandi verður handilin broyttur nakaðí útsjónd, men talan verður framvegis um fløgur, telduspøl og filmar.
Í handlinum hjá Tutl Í Gongini er breitt savn av tónleiki. Í Matrix er ætlanin at hava popp tónleik og annars nýggjari tónleik.
Brúkt
Í gjár stríddust Niclas Thorsteinssen og Gudmund Helmsdal við at seta dám á í Matrix.
Teir heita á fólk, ið ligja inni við brúktum telduspølum og sjónbondum, um at koma framvið, tí hetta ætla teir at hava at bjóða í nýggja handlinum.
Niclas Thorsteinsson, nevndarlimur í Tutl, kemur at standa fyri handlinum, nú hann letur upp. Hetta hendir eftir ætlan í morgin, fríggjadagin.