Danish World Awards fór fram 11. november og bólkurin Afenginn fekk heiðurin Beste world album fyri fløguna Retrograd.
Hetta fegnast føroyska plátufelagið Tutl um í tíðindaskrivi, tí tað er Tutl, ið hevur staðið fyri at geva fløguna út.
Fløgan er hin fyrsta hjá bólkinum, sum sá dagsins ljós í 2002.
Sagt verður í tíðindaskrivinum frá Tutl, at Afenginn spælir blandaðan tónleik: balkan, norðurlendskt, klezmer og klassiskt og afturat hesum er so eitt vet av sterkum finskum punki.
Bólkurin hevur síðani byrjan spælt eini 150 konsertir á okkara leiðum, men hevur eisini vitjað longur suðuri.
Retrograd, sum Tutl Records gav út, hevur fingið góð orð við á vegnum í donskum miðlum, men eisini øðrum útlendskum miðlum og t.d. valdi týska blaðið Folkworld fløguna millum fimm tær bestu í 2005.
Bólkurin fer í næstum á ferð í Svøríki, Belgia og Sveis og síðsta konsertin á ferðini er á Café Bartof á Frederiksberg tann 9. desember.