Tað er Danmarks Radio og felagskapurin IFPI , ið handar DMA Klassisk heiðurslønina, ið er í slekt við hinar DMA heiðurslønirnar, eitt nú DMA Folk, ið Eivør fekk í fjør. DMA Klassisk vendur sær til klassiskan tónleik.
Lyt til Nyt heiðurslønin varð handað bólkinum Moose Matrix, við m.ø. føroysku Onnu Klett, sum hevur gjørt fløguna Night Pace. Tað er Tutl sum hevur givið fløguna út.
Í grundgevingunum sigur dómsnevndin, at fløgan prógvar at vísur at nýggjur tónleikur kann hava veruliga slagkraft, eisini á fløgu. Fløgan er framleitt sum ein heild, og verkið fellur væl saman við tónlistarliga verkið. Tónleikarirnir geva tónleikinum tað rúmd, sum tónleikurin krevur fyri at spíla seg út, stendur m.a. at lesa á heimasíðuni hjá DR.
<st1:PersonName w:st="on" ProductID="Kristian Blak"$?$end$!$Kristian Blak</st1:PersonName$?$end$!$ sigur, at talan er um klassiskan tónleik sum er bygdur uppá elektronisk ljóð saman við akustiskum ljóðførum.