Tvíburarnir og Malena hava vunnið 15 steypakappingar

Í kvøld sást, at tað eru nógvir ungir spælarar, sum hava tikið við ábyrgd í Klaksvík

Tað oysregnar, men lagið er øgiliga gott í KÍ leguni á Tórsvølli, har KÍ kvinnurnar í kvøld hava vunnið steypafinaluna ímóti NSí 3-0.

Kvinnurnar hava kappast í steypakappingini síðani 1991. KÍ vann fyrstu ferð í 2000, tá ið finalan ímóti HB endaði 2-0. Í kvøld vann KÍ steypakappingina fyri 15. ferð.

Heilt merkisvert er tað, at tríggir av spælarunum hava verið við øll fimtan árini, tá ið KÍ hevur vunnið steypakappingina. Talan er um tvíburarnar Rannvá B. Andreasen og Ragnu Patwary og Malenu Josephsen, sum í kvøld varð skift inn, tá ið tað restaðu nakrir minuttir.

At tað er framtíð í liðnum, sum í regninum á Tórsvølli tryggjaði sær greipuna, varð staðfest í kvøld. Tað eru spælarar í góðum fótbóltsárum, heilt ungir spælarar og so nakrir veteranar.

Í kvøld var tað liðformaðurin, 19 ára gamla Sanna Svarvadal, sum tók ímóti steypinum. Saman við henni eru fýra aðrar av teimum fyrstu ellivu undir 20 ár – málverjin Óluva Allansdóttir Joensen (18), verjuspælarin Birita Ryan, sum týsdagin hevur 18 ára føðingardag, Victoria á Lakjuni (18) og Jórun Nahama Patawary (15), sum er dóttir Ragnu.

Hinar millum tær fyrstu ellivu vóru í kvøld Evy á Lakjuni (21), Gudny Johannesen (22),  Durita Hummeland (22), Hervør Olsen (23), sum av álvara hevur vunnið pláss í álopinum, eftir at hon ikki var við fyrra partin av árinum, og so tvíburarnir Ragna Patawary og Rannvá B. Andreasen (40).

Á beinkinum vóru Malena Olsen (16), Rutt Gregersen (19), Malena Josephsen (43), Tórunn Højgaard Joensen (21), Tóra Mohr (21), Eivør á Kósini (16) og Jancý Mohr (15).

Venjari hjá greipuvinnarunum er Aleksandar Djordjevic, og hjálparvenjari er Rúna Bjartalíð.