Laksurin, sum Hiddenfjord hevur slaktað seinasta lítla árið, hevur ongantíð verið kemiskt reinsaður fyri lús. Atli Gregersen, stjóri, væntar, at innan leingi fara teir at megna at slakta í eitt heilt ár, uttan tikni laksurin nakrantíð hevur verið kemisk viðgjørdur fyri lús, men einans við heitum vatni og rognkelsi.
Lykilin til at náa hesum málinum er størri smolt, og tí ger Hiddenfjord íløgur fyri 150 milliónir krónur á Fútakletti fyri at økja um mongdina á størri smolti, sum alifyritøkan setur út.
Tey, ið hava koyrt fram við Fútakletti í Vágum, hava sæð, at Hiddenfjord er í ferð við eina stóra útbygging á alistøðini.
Hiddenfjord valdi longu í 2010 at leggja seg eftir at fáa størri smolt og tey fyrstu vóru set út í 2012. Útbyggingin, sum verður gjørd nú, fer fyrst og fremst at økja um støddina á teimum minstu smoltunum, so at miðalstøddin veksur.
- Nú skulu vit fullføra gongdina, sum vit byrjaðu í 2010. Hetta hevur virkað væl. Nú gera vit tey størstu eitt sindur størri, men fara fyrst og fremst at lyfta botnstøðið, so at miðalstøddin nú veksur ú 350 grammum upp í eini 500 gramm, sigur Atli Gregersen, sum sigur, at Hiddenfjord vóru teir fyrstu í heiminum, sum fóru undir eina slíka tilgongd.
Endamálið við at økja um støddina á smoltinum, er at stytta tíðina í sjónum. Atli Gregersen metir, at teir megna at stytta tíðina í sjónum við átta mánaðum. Í sjálvum sær eru eingir fyrimunir við størri smolti, men jú styttri laksurin er í sjónum, jú styttri tíð hevur lúsin at gera um seg.
- Hetta er grønasti mátin at ala uppá í mun til lús. Við at seta stór smolt heldur enn smá smolt út, styttir tú tíðina í sjónum úr knapt tveimum árum niður í 15 mánaðir, frá úseting til síðsta tøkudag, greiðir Atli Gregersen.
- Tá smoltið verður sett út, hevur fjørðurin ligið brakk í tveir mánaðir og eingin lús er tá eftir. Fyrstu tíðina er so eingin lús, men hon mennist spakuliga við tíðini, og seinastu mánaðirnar av framleiðslutíðini er lúsin størsti trupulleikin. Styttir tú tíðina í sjónum, minkar tú tí eisini um trupulleikan við lús, sigur hann.
Málið er, at fáa eina laksaframleiðslu uttan kemiska avlúsing.
- Í novembur í fjør slaktaðu vit fyrsta fiskin, sum ongantíð hevur verið avlúsaður við kemiskum evnum. Hetta var úr aliøkinum í Miðvági. Vit hava nýtt heitt vatn og rognkelsi, men eingi kemisk evni. Tað eru bara nøkur einstøk onnur alifeløg í heiminum, sum megna hetta, greiðir Atli Gregersen frá. Stóru smoltini eru lykilin til hesa gongdina.
Talan er um eina stóra íløgu. Framleiðsluvolumen, tað vil siga, hvussu nógv vatn, tey hava at ala í, økist úr 10.000 tonsum upp í 18.000 tons. Hetta svarar tó ikki til at mongdin á smoltum økist tilsvarandi. Framleiðsluorkan økist kanska við 60 prosentum, metir hann.
- Størri smolt krevja størri pláss og tí økist framleiðsluorkan við eini 40 prosentum. Útbyggingin kostar minst 150 milliónir krónur, men vit gera hetta, tí at tað loysir seg. Tað hevur gingið væl seinastu árini og tí hava vit eisini ráð til hetta, sigur Atli Gregersen.
- Málið er sum sagt at basa lúsini og vit vóna, at um stutta tíð fara vit at hava slakta í eitt ár uttan nakra kemiska viðgerð móti lús, sigur Atli Gregersen.