Tvær fjórðingsfinalur í kvøld

Ein greið ábending fast í kvøld um hvør kemur at gera seg galdandi í Coca Cola Cup steypakappingini hjá monnum. Í Kollafiriði tekur KÍF ímóti Kyndil, meðan Team Klaksvík fær vitjan av StÍF.

 

KÍF verður av teimum flestu mett sum sterkasta liðið í løtuni. Teir liggja eisini nummar eitt í Atlantic Airways deildini, men kappingin er jøvn. Sunnudagin vunnu teir tó í stórum stíli á VÍF í Vestmanna.

 

Kyndil hevur havt eitt sindur misjavnt kappingarár, men við sigrinum á H71 um vikuskiftið blandaðu teir seg upp í stríðið um FM finalu plássið. Seinast liðini møttust í Kollafirði endaði tað við 30-30 javnleiki, meðan KÍF vann við fimm málum í høllin á Hálsi.

 

Í KÍ høllini tekur Team Klaksvík móti strandingum, sum somuleiðis eru farnir at gera um seg í FM finalu stríðnum. Her eru gestirnir stórfavorittar. StÍF vann um vikuskiftið 25-15 á júst Team Klaksvík.

 

Coca Cola Cup steypakappingin menn – fjórðingsfinalur

H71 – Neisitin 27-25(Eftir umdyst)

 

Í dag

19.30 Team Klaksvík – StÍF

20.00 KÍF – Kyndil

 

Hósdagin 10. jan 2013

19.30 VÍF – Neistin

 

Mynd: (Christian Johannesen) Fegnir kollfirðingar eftir sigurin á VÍF um vikuskiftið