Tvær milliónir í yvirskot, tá avdráttirnir eru goldnir

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 gevur eitt yvirskot upp á 150 milliónir krónur. Men næsta ár skal landskassin gjalda 148 milliónir krónur í avdráttum, og tí verður avlopið tvær milliónir. Rúmd verður fyri at gera íløgur fyri 260 milliónir næsta ár.

Samlaðu útreiðslurnar hjá landskassanum verða næsta ár 3.568 milliónir krónur, og sostætt veksur fíggjarlógin við 110 milliónum krónum næsta ár, sammett við fíggarlógini fyri í ár. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 gevur eitt yvirskot upp á 150 milliónir krónur, áðrenn avdráttirnir av skuldini til danska Ríkiskassan eru goldnar. Landskassin skal næsta ár gjalda 148 milliónir krónur í avdráttum, og tí verður fíggjaravlopið, tað er avlopið eftir at avdráttirnir eru goldnir, tvær milliónir krónur.
Fíggjarmálaráðið metir, at samlaðu inntøkurnar hjá landskassanum verða 3.718 milliónir krónur næsta ár. Skattainntøkurnar verða 1.767 milliónir, inntøkan frá avgjøldum og tolli verður 1.267, ríkisveitingin úr Danmark verður 630 milliónir og harumframt fær landskassin 54 milliónir krónur í ymsum øðrum inntøkum.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 verður mett, at inntøkurnar hjá landskassanum vaksa 3,3 prosent næsta ár, sammett við í ár. Allur inntøkuvøksturin stavar frá skatta- og avgjaldsinntøkum, sum vaksa 4,1 prosent. Harafturímóti er ríkisveitingin úr Danmark fastfryst, og verður tí tann sama sum í ár. Tó veksur ríkisveitingin við einari millión, men tað kemst av, at endurgjøldini úr ríkiskassanum til eftirlønir hjá tænastumonnum hækkar eitt vet.
Ríkisveitingin úr Danmark verður næsta ár góð 17 prosent av samlaðu inntøkunum úr Danmark. Í 1997 var ríkisveitingin næstan 32 prosent av inntøkunum.

260 milliónir til íløgur
Samlaðu íløgurnar næsta ár verða 260 milliónir krónur. Nógv tann størsti parturin av íløgunum, 152 milliónir, fer til vinnumál. Av vinnumálum eru serliga tvær íløgur, sum fara við stórum parti av karminum. 107 milliónir eru settar av til nýggja Suðuroyarskipið og 25 milliónir eru settar av til samferðsluhavn á Tvøroyri. 43 milliónir eru settar av til íløgur innan familju- og heilsumál. Av hesum fær Landssjúkrahúsið 40 milliónir til uppíbyggingina, meðan 3 milliónir eru settar av til íløgur í tól til sjúkrahúsverkið. 29,2 milliónir eru settar av til íløgur í útbúgving og gransking. Her fær nýggi Miðnámsskúlin, sum ætlanin er at byggja í Suðuroynni, 12 milliónir, og m.a. fær Sjónvarp Føroya fýra milliónir til íløgur í digitalisering av útgerðini. Almannamál fáa 25 milliónir av íløgukarminum á fíggjarlógaruppskotinum. Av hesum skulu 20 milliónir nýtast til eldrasambýli og eldrabústaðir, meðan fimm milliónir eru settar av til bústovnar innan serforsorgina. Av øðrum íløgum, sum eru nevndar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003, kann t.d. nevnast, at fimm milliónir eru settar av til framhaldandi umbyggingarnar av løgtingshúsinum.