Tríggjar prestasetanir - og tvær vígslur í Dómkirkjuni
Tað er hent áður, og hendir aftur komandi sunnudag: Tá verða nevniliga tveir mans prestvígdir við eina hátíðargudstænastu í Dómkirkjuni.
Tað serstaka er, at teir báðir, ið vígast skulu, eru ættaðir úr Klaksvík.
Talan er um 32 ára gamla Jákup Erlingsson Petersen og 43 ára gamla Øssur Kjølbro.
Jákup kemur at virka sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi í hálvan fjórða mánað, meðan Bergur Debes Joensen er í farloyvi.
Øssur, ið er aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini, kemur at verða knýttur at Eiðis prestagjaldi sum óløntur hjálparprestur. Her hevur hann skyldu at halda í minsta lagi fýra gudstænastur um árið, og annars samstarva við sóknarprestin Emil Olsen.
Skrivað hevur Snorri Brend fyri Fólkakirkjuna.