Ellis- og røktarheim í Suðuroy
Landsstýrið hevur gjørt mismun á kommununum í Suðuroy í sambandi við ætlanina at byggja ellis- og røktarheim í Suðuroy.
Tað heldur Tvøroyrar býráð.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur klagað landsstýrið fyri landsstýrismálanevndini, tí hann heldur, at landsstýrið er farið út um sínar heimildir í hesum máli.
Tí hevur landsstýrismálanevndin spurt kommunurnar í Suðuroy um málið og sum tað sæst í aðrari grein, eru kommunurnar ójavnar á máli.
Men svarið frá Tvøroyrar Kommunu kom so seint í morgun, at vit fingu tað ikki við í hina greinina.
Men nú hevur Tvøroyrar Býráð svarað og í tí stendur, at ein meiriluti av Tvøroyrar Býráð metir ikki, at landsstýrið hevur lagt trýst á kommunurnar.
Hinvegin metir Býráðið avgjørt, at mismunur er gjørdur á kommununum, tí tær kommunur, sum ikki eru við í byggingini í Vági, fáa ikki somu lagaliga fígging frá landsstýrinum.
Annars staðfestir kommunan, at tað er landsstýrið, sum hevur reist málið av fyrstan tíð.
Tvøroyrar Kommuna hevur somuleiðis greiðar upplýsingar um, hvussu nógv fólk úr teimum ymsu kommununum standa á bíðilista at sleppa á ellis- og røktarheim.
Og tølini vísa, at úr Sumba eru 6 umsóknir um at sleppa inn á ellis- og røktarheim, úr Vági eru 3 umsóknir at sleppa inn á heim, úr Porkeri eru 2 umsóknir, úr Hovi eru 2, úr Fámjin er 1, úr Hvalba eru 3 umsóknir og av Tvøroyri eru 18 umsóknir.
Landsstýrismálanevndin ætlar at taka endaliga støðu í málinum í næstu viku, sigur Kári P. Højgaard, nevndarformaður.
Sí eisini grein aðrastaðni í blaðnum