Á Tvøroyri hava tey bíðað í 32 ár

Í morgin verður nýggj roynd gjørd hjá Suðuroyingi at vinna tað, sum tað ikki hevur eydnast at fáa bilbukt við á Trongisvágsfirði síðani í 1981

Triði FM kappróðurin verður í morgin. Hann verður á jóan­søku, sum hesa ferð er á Tvøroyri. Kappróðurin verð­ur úr Trongisvági og út eftir fjørðinum, og serkøn siga, at talan er um eitt tað besta kappróðrarøkið í Føroyum. Endamálið verður umleið á sama stað, sum tað hevur verið, tá ið tað hevur verið kappast inneftir fjørðinum.
Størsti kappróðrarspenn­ingurin í Suðuroy snýr seg um, um tað man fara at eydn­aðist felagsskútuni hjá allari oynni, Suðuroyingi, at vinna. Tað skal leitast langt aftur fyri at finna 10-mannafar við mann­ing av Tvøroyri, sum hevur vunnið kappingina mill­um 10-manaførini, tá ið jóan­søkan hevur verið á Tvøroyri.
Í fínu róðrarhagtølunum á heimasíðuni hjá Havnar Róðrar­felag, drekin.fo, sæst, at tað eru 32 ár síðani, at Tvøra­báturin vann á Tvør­oyri. Tað var í 1981, og næst­síðsti sigurin í heimasjógvi var í 1975, tá ið gamli Suðring­urin sigraði.
Um tað skal eydnast hesa ferð, so skal stórur setn­ingur greiðast hjá suðuroy­ing­unum. Á Skála var tað tætt og spennandi fyrstu stóru løtuna, men so við og við misti Suðuroyingur takið á sann­førandi klaksvíking­unum. Suðuroyingar vístu vilja at fáa oddafiskin aftur, og tað dróg eina løtu saman, men í endaspurtinum var einki at rafla um.
Í fjør basti Suðuroyingur Klaksvíkingi á jóansøku, sum tá var í Vági. Ta ferðina varð kappast á 1000 metrum. Suðuroyingur sprakk avstað, og hann megnaði at halda tørn allan tann stutta teinin. Hesa ferð er teinurin tvífalt so langur, men tað er einki at ivast í, at heilivágurin er mest sum tann sami. Skal tað eydnast Suðuroyingi at vinna á Havnarbátinum og Klaksvíkingi, so er treytin tann, at starturin verður góður.
At tað ber til at vinna vístu suðuroyingarnir á norð­oya­stevnu, tá ið teir bastu Klaksvíkingi, sum tá róði í heimasjógvi.