Tvær útskiftingar í landsliðshópinum

Pauli Jacobsen og Rói Ellefsen á Skipagøtu verða ikki við til dystin í Rumenia

Eftir ein framúr dyst móti Rumenia í gjár, har Føroyar vunnu 28-26, gongur leiðin í dag til Bukarest, har seinni dysturin verður leygardagin klokkan 15.00.

 

Tað er greitt eftir dystin í gjárkvøldið, at annar av føroysku málverjunum, Pauli Jacobsen, ikki verður við til seinna dystin. Pauli jacobsen fekk tveir bóltar í høvdið í dystinum í gjár og føldi hann seg ikki væl eftir dystin. Tað varð mett, at tað ikki var ráðiligt at fara at ferðast og spæla dyst við hesum, boðar Hondbóltssambandið frá.

 

Í hansara stað hava landsliðsvenjararnir kallað inn 19-ára gamla Aleksandar Lacok úr Neistanum. Sasha spældi eitt frálíkt EM-endspæl við U18-landsliðnum í summar og var eisini við U20-landsliðnum til EM.

 

Eisini avloysir Hallur Arason úr VÍF, Róa Ellefsen á Skipagøtu úr H71. Hetta var partur av upprunaliga ætlanini til dystirnar, at teir skuldi taka hvør sín dyst.