Útvarp
Øðrvísi og meira spennandi valsendingar.
Soleiðis ljóðar yvirskriftin á tíðindaskrivinum, sum útvarpsstjórin býtir út millum tey innkallaðu fremmandu tíðindafólkinini.
Kendar røddir hava sett í stólarnar í tí nú afturlatna tingssalinum í hølunum hjá Útvarpi Føroya upp í Sorturdíki. Tað er heilt vist, at tey trívast, og henda dagin hava tey eisini á pappíri eins og í talu.
Evnið er løgtingsvalið. Tað er í sambandi við hetta sama valið, at útvarpið vil gera tað øðrvísi.
Útvarp Føroya hevur í longri tíð arbeitt við einari ætlan, sum skal hetta løgtingsvalið til tað mest hoyrda nakrantíð.
Í máltráð
Stjórin í Útvarpi Føroya, Jógvan Jespersen, greiddi frá, at teir hava arbeitt við einari ætlan í sambandi við løgtingsvalið í longri.
?Tað gjørdist greitt fyri langari tíð síðani, at løgtingsval skuldi verið og nær tað skuldi vera. Vit hava sostatt havt langa tíð at fyrireika okkum í, soleiðis at vit hava kunnað sett fólk av og fyrireika sendingar, sigur Jógvan Jespersen.
Hann vil ikki siga, hvussu stórar upphæddir henda ætlanin hevur kostað.
Og tað er heldur ikki so lítið, Útvarp Føroya hevur á skránni.
Frá 17. apríl verður máltráður við politiskum flokki. Hesir sendingar verða tilsamans seks í tali. Hvør flokkur sleppur at sita í útvarpsstovuni ein av teimum seks gerandisdøgunum, sendingarnar verða sendar. Eitt fólk úr útvarpinum verður vertur fyri sendingini, og flokkarnir hava trý umboð við sær.
Ætlanin er, at tann vanligi veljarin skal sleppa framat, onnur valevni sleppa ikki framat.
Valting
Av øðrum sendingum, ið Útvarp Føroya fer at senda í sambandi við, er sendingin valagn. Hetta er ein sending, har útvarpsmenninir, Gunnar Skúvadal og Kári Durhuus, fara ymsastaðni kring landið fyri at kanna, hvørji agn verða nýtt í valstríðnum.
Flokkarnir fáa eisini høvi til at sleppa framat í sendingum uttan at nakað útvarpsfólk luttekur.
Ein sokallað valting verður eisini. Fyrst er floksformaðurin í andgletti og síðani verður farið við honum í valtingið, har hvør flokkur hevur fimm umboð. Floksformaðurin fær tvey fólk at hjálpa sær.
Eisini verður skipað fyri tveimum politiskum orðaskifti. Onnur av hesum sendingum verður saman við Sjónvarpi Føroya.
Sjálvan valdagin ger Útvarp Føroya eisini nógv burturúr.