Tað eigur at verða álagt Strandfaraskipum Landsins saman við einum loftmiðli at kunna um samferðslutrupulleikar.
Hetta heldur Jógvan við Keldu, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Jógvan við Keldu hevur tí sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, skrivligan fyrispurning, har hann spyr, hvussu tað ber til, at upplýsingar um samferðslutrupulleikar hjá SL á sjógvi ikki eru ein partur av tíðindasendingunum í Útvarpi Føroya ella í Rás 2.
Í øðrum lagi spyr Jógvan við Keldu, um landsstýrismaðurin ætlar at taka hendan tátt upp við antin Útvarp Føroya ella Rás 2.
Jógvan við Keldu vísir á, at føroyska samferðslan á sjógvi tíðum verður órógvað av vánaligum verðri, av breki ella onkrum øðrum. Og tí heldur hann tað vera átrokandi, at ein kundatænasta kemur at virka, so brúkarin av samferðslukervinum fær upplýsingar um møguligar ferðslutrupulleikar gjøgnum eina útvarpsrás.
? Í grannalondum okkara er vanligt, at upplýsingar verða givnar um ferðslutrupulleikar hvønn tíma, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Eisini verður brotið inn í sendingar, um tað verður hildið neyðugt, tí ein ella annar trupulleiki brádliga hevur tikið seg upp, sigur Jógvan við Keldu í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Jógvan við Keldu heldur, at um vit sammeta Føroyar í stødd við londini uttan um okkum, hava Føroyar helst tann mest vánaliga regularitetin og mest vánaligu upplýsingartænastuna.