Viðvíkjandi nýggjárinum og túsundáraskiftinum, so hevur Útvarpið longu sent nakrar sendingar, sum hava tilknýti til hetta evnið.
Per Højgaard og Kári Durhuus hava í felag gjørt nakrar sendingar við serligum atliti til sjálvt túsundáraskiftið. Nýggjár og túsundáraskifti fær eisini fólk at hugsa aftureftir, og útvarpið hevur eisini litið aftur um bak, m.a. við sendingunum hjá Sverra Egholm, har hann trívur í evni úr allari hesi øldini. Eisini sendingarnar hjá Armgarð Arge, tey 10 boðini, eru gjørdar við atlitið til eitt túsundára skeið, men er evnið í hesum frammanfyristandandi túsundárahaldið fyri kristnu Føroyar.
Nú tað stundar til jóla
Sendingarnar, sum verða gjørdar í.s.v. jólini, kunnu neyvan metast at vera tann stóra kollveltingin. Jógvan Arge sigur eisini, at nógvar av teimum sendingum, sum vit fara at hoyra um jólini, fara at koyra eftir sama leisti sum undanfarin ár.
Hetta er tó heldur ikki so galið, tí jólaheilsur, jólasangur, prát við børn og jólamenn, er jú alt nakað, sum tey flestu munnu halda hoyrir jólunum til.
Jólakalendarin verður sjálvandi eisini sendur allan jólamánaðin, og munnu tað vera nógv húski, sum hava ogna sær kalendaran við tilhoyrandi bóklinginum, soleiðis at børnini kunnu sita og lurta um morgunin. Eydnast teimum ikki at hoyra hetta um morgunin, verður endursent seinnapartar, soleiðis at øll fáa møguleika at lurta eftir hesum væl umtókta parti av skrá Útvarpsins.
Nýggjárið
Vikuna millum jól og nýggjár fer Útvarpið so at senda nakrar av teimum vælkendu kavalkadunum, har tikið verður saman um tað, sum er farið fram í árinum. Ætlanin er at senda nakrar av hesum sendingum hvørt kvøld tað seinastu vikuna í øldini, og verður sjálvsagt nortið við nógv ymisk evni, so sum politik, ítrótt, samfelagsmál o.s.fr.
Við tað at omanfyrinevndu kavalkadur verða sendar vikuna upp undir sjálvt nýgjárið, hevur Útvarpið møguleika fyri at seta allan nýggjársaftan av til túsundáraskiftið. Hetta skal so ætlandi viðføra, at talan verður um eitt spennandi útvarpskvøld, har nógv ymiskt verður á skránni. Litið verður afturá árið og ikki minst túsundáraskeiðið, sum tá er farið aftur um bak, eins og tað eisini verður hugt frameftir, soleiðis at vit kanska fáa eina hylling á, hvat komandi túsundáraskeiðið hevur at bjóða okkum.
Sum vera man, so er klokkan ikki eins alla staðni í heiminum, og Útvarpið fer tískil eisini at greiða frá, hvussu tað er at halda nýggjár í øðrum londum, júst tá vísarin fer um 12 talið á staðnum.
Hvat komandi túsund árini síðani hava at bjóða okkum er ilt at siga, men í Útvarpinum ætla tey so at gera sítt til, at vit, um ikki annað, fáa eina góða byrjan til hetta skeið.